Í svari til skrivligan fyrispurning frá Jenis av Rana sigur Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, at eingi ítøkilig átøk enn eru sett í verk fyri at tryggja, at húski við lágum inntøkum kunnu vera við í orkuskiftinum.
Sambært landsstýriskvinnuni fevnir galdandi orku- og veðurlagspolitikkur frá 2022 ikki um slík átøk, og tí er ætlanin at dagføra og víðka politikkin.
Arbeiðið skal eftir ætlan byrja eftir summarfrítíðina, og eitt av økjunum verður at finna loysnir, sum gera tað lættari hjá láginntøkuhúskjum at vera partur av grøna orkuskiftinum.
Miðað verður eftir at leggja uppskot fyri Løgtingið í komandi tingsetu.




