Harleywoodpaint
Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Heimsins populerasta kappróðarsending á skrá klokkan 16.00 í dag

Jóhann Lützen

Klokkan 16.00 í dag verður aftur lagt frá landi, tá kappróðarsendingin Nøglin verður send hjá Norðlýsinum.

Í sendingini verður hugt nærri at róðrunum hjá 5-mannaførum, 8-mannaførum og 10-mannaførum á Vestanstevnu. Manningarnar verða umrøddar, avrikini higartil í ár verða greinað, og mett verður um, hvørjir bátar hava bestu møguleikarnar at gera seg galdandi.

Vertur í sendingini er víðakendi Svein Rógvi Nielsen Ljósstein, sum hevur havt stóra og varandi ávirkan á føroyskan kappróður.

Svein Rógvi var ein av teimum, sum tíðliga settu spurnartekin við siðbundnu venjingarhættirnar í kappróðri. Hann vildi menna róðurin og arbeiða á ein øðrvísi og meira miðvísan hátt, men nýggju tankarnir vórðu ikki altíð væl móttiknir.

Arbeiðshættir, sum tá vórðu mettir at vera ov víðgongdir, eru í dag vorðnir ein natúrligur partur av nútímans kappróðri. Svein Rógvi var á fleiri økjum framman fyri sína tíð, og ávirkanin frá honum sæst framvegis í føroyskum kappróðri.

Í Nøglini í dag verður tí ikki bara hugt at róðrunum hjá 5-, 8- og 10-mannaførunum á Vestanstevnu, men eisini at menningini í føroyskum kappróðri, nýhugsanini og teimum persónum, sum hava torað at gingið undan.

Nøglin verður send hjá Norðlýsinum klokkan 16.00 í dag.