Hava mótstøðufólkini hjá KÍ nú fingið sín vilja við okkum?!
Er tað nú veruliga hent, sum tey mongu úr øðrum landspørtum hava ynskt eftir og vóna?! Er tað endiliga eydnast teimum at syndra og spjaða okkum, sum altíð hava staðið um KÍ?! Er tað veruliga so galið, at vit KÍ-fjepparar hava latið okkum snýtt og lumpað av teimum, sum vilja KÍ ilt, til at leypa á okkara egna lið og felag, sum vit elska og hava stuðlað alt okkara lív?!
Hvat er hent við KÍ og við okkum KÍ-fjepparum, sum ger, at vit nú hoyra áður so sterkar stuðlar hjá KÍ nú bannað og blóta yvir okkara elskaða felag og flaggskip?!!
Hevur KÍ ikki verið ósigrað í heimligu landskappingini í heili 2 ár?! Hevur KÍ-leiðslan ikki handlað í mun til venjarastøðuna og hevur sett ein nýggjan høvuðsvenjara, sum longu nú er byrjaður at fyrireika seg til komandi ár?!
Liggur KÍ ikki hóast alt sum nummar tvey í landskappingini? Og hevur KÍ ikki júst vunnið seg í finaluna um løgmanssteypið, sum verður spæld tíðliga í september?!
Hvussu skal tað uppvaksandi ættarliðið av gentum og dreingjum hugsa um KÍ, tá ið tey hoyra og lesa tær útspillingar og banniorð, sum til tíðir síggjast á almennu síðunum kring KÍ?! Hvat gott ger tað nøkrum, at vit skriva og tosa niðrandi og útspillandi um hesi fólk í KÍ, sum í áravís hava brúkt alla sína frítíð uppá at gera KÍ til eitt vinnarafelag aftur??!
Jú gamaní – tað er ikki bara rætt og skilagott, sum KÍ-leiðslan ger, púra satt, men er hetta ikki tað sama felagið og sama leiðslan, sum seinastu nógvu árini hevur vunnið og vunnið og vunnið sigrar og hevur gjørt KÍ til eitt vinnarafelag, ið ger okkum stolt sum fjepparar og stuðlar, og hevur givið okkum sjálvsálit og framtíðarvónir sum lokalsamfelag?!
Sum KÍ-fjepparar brúka tú og eg ikki nær námindis líka nógva sjálvbodna tíð og orku uppá at gera alt tað stóra arbeiði, sum KÍ-leiðslan, hjálparfólk o.s.fr. gera hvønn einasta dag, viku, mánað og ár. Ein og hvør kann bjóða seg fram, men soleingi vit ikki gera tað, so gevur tað ikki meining at brúka banniorð og skriva niðrandi um KÍ og tey fólk, sum royna sítt besta har.
Munnu tey í leiðsluni ikki hugsa tað sama sum vit? Munnu tey ikki hava ætlanir um at broyta tað, sum ikki er nóg gott?
Bæði tey og vit halda við KÍ og elska at síggja KÍ vinna – skulu vit ikki leita aftur til røturnar og til okkara fremsta leiklut sum fjepparar, at stuðla og heppa á okkara ítróttaliga flaggskip?!!
Fríggjakvøldið kl. 19 er fyrsta høvið til tað – við Løkin í Runavík, har okkara dreingir skulu spæla kanska tann mest avgerandi dystin í landskappingini í ár.
KOYR Á KÍ !!!!




