Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Føroyar sleppa ikki við til OL

Bjarni K. Petersen

Nú gjørdist ein fyri fólk flest sjálvsagdur veruleiki brádliga brátíðindi. Olympiska nevndin, IOC, sigur nei til føroyskan limaskap. Orsøkin er – halt nú fast – at vit ikki eru sjálvstøðugt land, sum er ein grundleggjandi treyt.

Hetta hava vit sjálvandi vitað leingi, men av onkrari undarligari orsøk blívur hetta tíðindi í Føroyum, tí at danska Fólkatingið skal hava sent eitt ella annað bræv, har tey heita á Olympisku nevndina at víkja frá reglunum, sum øll onnur lond í heiminum eru undirløgd.

Hesin glantrileikurin má skjótt halda uppat.

Okkara dugnaligu hondbóltsleikarar hava nú ein veruligan og ítøkiligan møguleika at kvalifisera seg til OL, og tí mugu vit alt fyri eitt sleppa strategiina um bara at vóna at Danmark fer at skriva nóg bønandi brøv okkara vegna, og fara beinhart eftir loysnini, sum vit øll væl kenna, og sum allir flokkar uttan ein eru samdir um: Vit mugu blíva eitt sjálvstøðugt land – í tøttum samstarvi við Danmark. Soleiðis, og bara soleiðis kunnu vit fáa limaskap og luttaka í egnum navni undir merkinum.

Onki bræv úr Danmark fer at broyta hendan veruleikan, óansæð hvussu góðar intentiónirnar máttu verið. Og føroyskir politikarar – harímillum landsstýrismaðurin í uttanríkismálum – sum halda fast við at royna alt annað enn tað fyri okkum onnur eyðsýnda, mugu nú gera upp við seg sjálvan, um teir eru sinnaðir at flyta seg í málinum, ella um teir ætla at fortelja Føroya fólki, at teir ikki taka undir við, at okkara dugnaligu ítróttarfólk skulu kunnu luttaka til OL vegna Føroyar.

Bjarni K. Petersen

Løgtingsmaður