Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Dreingir innan handverkaravinnuni eru meira útsettir fyri rúsevnismisnýtslu

David Thomassen

Í Frískt lot-sendingini práta vit við Heidi I. Tvørfoss, ið hevur master í rúsevnum frá Aarhus Universiteti og arbeiðir á viðgerðarstovninum Frælsi.

Hon greiðir frá síni masterverkætlan, har hon kannaði rúsevnismisnýtslu millum ung í Føroyum og teir faktorar, sum kunnu hava ávirkan á, um ung velja at brúka rúsevni ella ikki.

Kanningin vísir millum annað, at ungir dreingir, serliga teir, sum arbeiða innan handverkaravinnuna, eru meira útsettir fyri at brúka ólóglig rúsevni enn aðrir javnaldrar. Samstundis bendir kanningin hjá Heidi I. Tvørfoss á, at nýtsla av nikotini og alkoholi kann økja um sannlíkindini fyri eisini at brúka onnur rúsevni.

Í samrøðuni greiðir Heidi frá, at eitt virkið sosialt lív kann verja einum móti rúsevnum. Ung, sum eru partur av einum felagsskapi, til dømis gjøgnum ítrótt, samkomur ella annað skipað frítíðarvirksemi, eru sambært kanningini í minni vanda fyri at enda í rúsevnismisnýtslu.

Eisini leggur hon dent á, at fyribyrging byrjar við teimum vaksnu rundan um tey ungu. Foreldur, familja, vinfólk og onnur nær knýtt at teimum ungu hava ein týðandi leiklut við at síggja tekin um trupulleikar, lurta og taka samrøðuna í góðari tíð.

Ynskir tú at hoyra alla samrøðuna, so kanst tú lurta her: