Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Borðspælslegan, SvínaCon, verður aftur í Svínoy tann 14.-16. august.

Jóhann Lützen

Á SvínaCon ynskja vit at savna líkasinnaði saman til hugna og sosiala samveru, við at bjóða teimum eina serstaka uppliving á útoyggj við borðspølum.
Legan er tó ikki bert fyri tey gistandi á Gamlagarði, men er eisini fyri øll áhugaði, ið annars eru á oynni.

Á skránni er heldur ikki bara borðspæl, men eisini m.a. disk golf, gongutúrur og spøl á retro konsollum.

Hetta er fjórðu ferð Tabletop Føroyar skipar fyri SvínaCon.

Meira kunning kann lesast á svinacon.tabletop.fo ella við at venda sær til fyriskiparan, Esbern á Geilini, á tlf 751276.

Tiltakið er stuðlað av Klaksvíkar Kommunu