Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Fólk ótolnast eftir atgongumerkjasølu

Jóhann Lützen

Týsdagin 7. juli spælir KÍ móti FC Atert Bissen í Klaksvík. Enn ber ikki til at keypa atgongumerki og fjepparar eru farnir at ótolnast.

Inni á KÍ fjepparabólkinum spyrja fjepparar nær atgongumerkir verða sett til sølu.

Til samanberingar ber til at keypa atgongumerkir til dystinar hjá NSÍ og Víkingi, sum verða leiktir um somu tíð. HB hevur eisini lagt sína atgongumerkjasølu út og tann dysturin er síðst í juli.

Prísurin hjá NSÍ og Víkingi er 100 krónur har børn upp til 16 ár sleppa ókeypis til dyst. Hjá HB kostar atgongumerki 150 krónur og børn upp til 18 gjalda 50 krónur. Avgreiðslugjald verður lagt omaná.

Harleyfacadeacryl