Stórar altjóða fyritøkur hava longu sagt túsundtals fólki úr starvi, í tráð við at vitlíki megnar at avgreiða fleiri og fleiri arbeiðsuppgávur. Ein nýggj frágreiðing frá Altjóða Arbeiðsfelagsskapinum (ILO) vísir, at serliga skrivstovustørv eru undir størst trýsti. Samstundis fyrireika føroyskir myndugleikar eina heildarætlan fyri vitlíki. Men hvat merkir tað fyri føroyska arbeiðsmarknaðin, og kann títt starv vera í vanda?
Sambært ILO er vandin størstur hjá størvum, sum í stóran mun snúgva seg um skrivligar, fyrisitingarligar og endurtakandi uppgávur. Vitlíki megnar longu at loysa stóran part av slíkum arbeiði, bæði skjótari og í fleiri førum betri enn menniskju.
World Economic Forum vísir samstundis á, at talið av byrjunarstørvum í USA er minkað við umleið 35 prosentum seinastu 18 mánaðirnar, millum annað tí at vitlíki hevur yvirtikið fleiri av teimum mest endurtakandi arbeiðsuppgávunum.
Vitlíki er eisini komið á politisku dagsskránna í Føroyum
Gongdin uttanlands hevur eisini sett sín dám á føroyska kjakið. Fyrr í ár handaði Gjaldsstovan landsstýrinum eina forkanning, sum skal vera grundarlagið undir einari føroyskari heildarætlan um vitlíki.
Í frágreiðingini verður staðfest, at Føroyar eru eftirbátar í mun til grannalondini, hóast bæði almennir og privatir arbeiðsgevarar síggja stórar møguleikar við vitlíki. Sambært forkanningini eru tað serliga óvissa um reglur, vantandi førleikar og avmarkaður stuðul fyri føroyskum máli, sum heldur menningini aftur.
Skrivligur fyrispurningur frá Steffan
Steffan Klein Poulsen setti fyri stuttum landsstýrismanninum í fíggjarmálum skrivligan fyrispurning um, hvussu vitlíki verður brúkt hjá tí almenna í dag, og hvussu landsstýrið ætlar at gagnnýta tøknina komandi árini.
Hann spurdi eisini, hvussu landsstýrið ætlar at tryggja, at almenn starvsfólk ikki brúka óneyðuga arbeiðsorku upp á uppgávur, sum vitlíki kann loysa.
Í svarinum frá Aksel V. Johannesen verður upplýst, at nógv almenn starvsfólk longu brúka amboð sum ChatGPT og Copilot sum hjálparamboð í gerandisdegnum, men at fáir almennir stovnar hava ment síni egnu vitlíkisamboð. Hann upplýsir samstundis, at heildarætlanin um vitlíki verður løgd fram í heyst.
Starvsfólkaorka skal frígevast
Sambært fíggjarmálaráðharranum er eitt av málunum í komandi heildarætlanini, at tað almenna skal kunna frígeva munandi starvsfólkaorku næstu árini. Royndarverkætlanir skulu samstundis vísa, hvussu vitlíki kann gagnnýtast á skynsamasta hátt.
Sjálv orðingin hjá landsstýrismanninum bendir ikki á, at starvsfólk skulu sigast úr starvi, men heldur at vitlíki skal taka yvir endurtakandi uppgávur, so starvsfólk kunnu brúka tíðina upp á aðrar og meira virðisskapandi uppgávur. Síggj fyrispurning og svarið her
Danmark hevur sett sær eitt ítøkiligt mál
Í Danmark eru myndugleikarnir longu farnir frá orðingum til ítøkilig mál. Har er ætlanin, at vitlíki og onnur tøkni skulu frígeva arbeiðsmegi svarandi til 30.000 ársverk í almenna geiranum tey næstu tíggju árini. Endamálið er at gera arbeiðið meira effektivt, so starvsfólk kunnu brúka meiri tíð upp á kjarnuuppgávurnar.
Frígeva arbeiðsorku heldur enn at siga fólk úr starvi
Higartil bendir einki á, at føroysku ætlanirnar um nýtslu av vitlíki fara at elva til uppsagnir í almenna geiranum. Bæði arbeiðið við føroysku heildarætlanini og danska vitlíkis-strategiin leggja heldur dent á at frígeva arbeiðsorku, soleiðis at starvsfólk kunnu brúka meira tíð upp á aðrar uppgávur.
Um vitlíki fer at elva til uppsagnir, er mest sannlíkt at hetta fer at síggjast á privata arbeiðsmarknaðinum fyrst. Hetta er í øllum førum gongdin uttanlanda.




