Nú alt er vorðið so snøgt við Rótini, Biskuptorg og hotellinum, roynir kommunan eisini at fylgja við, við at gera alt so snotiligt.
Kanalirnar síggja gott út, og nú verður Ósáin eisini hampað fram við Rótini við steinsettum áarbakka og skráningum.
Eisini eru dunnuhús sett upp, sum fólk eru glað um og minni glað um.
Jú, hetta økið ber boð um eina nýggja framtíð.







