(Dystarfrásøgn) Liðini høvdu ikki dygd ella yvirskot til at skapa stórar málmøguleikar og tí endaði tað 0-0.
Nógvir áskoðarar vóru møttir upp til toppdystin við Løkin, har ein sigur til KÍ sendi KÍ uppá oddasessin, men ein sigur til NSÍ hevði nær við avgjørt FM-kappingina, tí tá hevði NSÍ verið seks stig fremst. Bæði liðini manglaðu fleiri lyklaleikarar.
KÍ hevur spælt ov smalt
Tá dómaraseðilin kom so líktist uppstillingin hjá KÍ ikki einari, sum verður brúkt til avgerandi toppdyst. Jonn Johannessen byrjaði sín fyrsta landskappingardyst í ár, Dávid Reynheim byrjaði sín annan landskappingardyst, Gilli R. Sørensen byrjaði sín fyrsta dyst móti einum topp 3 liði og Hallur Hansson byrjaði inni fyri fyrstu ferð síðani 26. apríl og fyrstu ferð móti einum topp 4 liði. At hesir leikarar, serliga teir báðir yngru, blíva blakaðir inn fyri fyrstu ferð í longri tíð í landskappingardysti móti toppliði, sum undan hesum hevði vunnið allar sínar heimadystir, gevur ikki bestu fortreytir at avrika væl. Høvdu teir fingið meira spælitíð fyrr í ár m.a. í dystum móti botn 5 liðum, so vóru fortreytirnar betri. Tað skal tó sigast, at fleiri av hesum nevndu spældu væl ella vóru millum teir frægu á vøllinum.
Kókaði yvir hjá Halli
Bæði liðini hava spælt nógvar krevjandi dystir síðstu tíðina, og tað sást aftur. Tað bleiv lagt nógv fyri, men tað var sum at har manglaðu nøkur prosent. KÍ hevði nýggja samanseting, sum ikki var samanspæld, meðan NSÍ spældi uttan allar sínar bestu álopskendu leikarar frá í fjør.
Verjuleikararnir spældu væl og nærum eingir stórir málmøguleikar vóru. Tí var tað passandi, at tað endaði 0-0. Eitt úrslit sum NSÍ nógv betri kundi brúka, og orsøkin er, at KÍ fyrr í ár hevur sett níggju stig til í 10 dystum móti botn 5.
Í yvirtíðini kókaði yvir hjá Halli Hanssyni, sum sparkaði eftir Filip Drinic, ið seinni í yvirtíðini sjálvur fekk reytt kort, og fekk uppiborið sítt fyrsta reyða kort í KÍ frá Heina Z. R. Viðoy, sum dømdi ein góðan dyst. Kemur KÍ til røkkstøkkdystir í Evropa, so er kanska passandi hjá Halli at hava frí millum evropadystirnar, men annars er tað óheppið av so royndum leikara, tí komandi dystir hjá KÍ eru móti B36, HB og AB. KÍ hevur áhaldandi 6-10 leikarar uttanfyri við skaðum og leikbannum, og tað fer serliga at merkjast eftir summarsteðgin, um KÍ skal spæla tveir dystir um vikuna allan august mánaða.
Nú skal KÍ samlað seg
Nú byrjar altjóða summarið hjá KÍ við í minsta lagið fýra dystum. Tann fyrsti á heimavølli týskvøldið kl. 19.45 móti meistarunum úr Luksemborg. Kanska tann týdingarmiklasti dysturin hjá KÍ síðani 2023 og ein uppgerð, sum á pappírinum sær jøvn út.
KÍ er ikki í bestu útgávu í løtuni. Liðið hevur ikki vunnið síðstu fýra dystirnar, nógvir skaðar eru og harða skráin við tøttum krevjandi dystum móti topp serliga 4 liðum merkist á leikarum, sum tykjast mangla nøkur prosent til at avrika optimalt. Venjarin tykist eisini meira leitandi enn áður ella verður spart til altjóða dystirnar, tí í dag byrjaðu t.d. fleiri leikarar á bonkinum, sum annars hava hoyrt til bestu ellivu alt kappingarárið. Nú ræður um hjá KÍ at samlað seg og lyfta stigið, sum liðið síðani 2023 so ofta hevur gjørt í altjóða dystum. Kanska er størsta avbjóðingin júst fyrsti dystur, tí eftir hann er ein vika millum dystirnar í nakrar vikur, og tað burdi givið liðnum prosentini aftur, ið hava manglað. Hetta er ikki tíðin í KÍ at peika eftir hvørjum øðrum hvørki á ella uttanfyri vøllinum, men heldur at samlað seg bæði á og uttanfyri vøllin. Tí serliga samlaða uppgerðin móti Bissen í Champions League kann blíva rættiliga avgerandi fyri kappingarárið hjá KÍ, og har er lykilin eitt gott úrslit á heimavølli.





