Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

U20 menn til EM undankapping í sandflogbólti

Flogbóltssamband Føroya

Eitt føroyskt lið luttekur í EM undankapping fyri U20 menn, sum verður 10. – 12. juli í Andorra.

Talan er um undankapping til EM í 2027.  Lukas Poulsen og Óli Hvítklett umboða Føroyar í hesi kappingini, har tvey tey bestu liðini vinna seg til EM endaspælið í 2027.

Íalt 10 lið luttaka í hesi undankappinini og føroysku dreingirnir eru komnir í innleiðandi bólk við Andorra, Gibraltar, Írlandi og Liktenstein. Fyrsti dysturin verður ímóti Gibraltar. Hesin dysturin verður fríggjadagin kl. 10.30. 

Hendan kappingin er byrjanin uppá sandflogbóltin hjá U-landsliðunum. Um eina viku skulu U20 genturnar leika undankapping. Hendan undankappingin er eisini í Andorra. 1. og 2. august, skulu U18 liðini við gentum og dreingjum leika í Wales.