Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Blómudagur í Klaksvík

klaksvik.fo

Mikudagin 15. juli verður ein dagur fullur við skapanargleði og góðum løtum í náttúruni fyri lítil og stór. Saman gera vit summarið enn vakrari!

Skráin er hendan:

Kl. 10.00–12.00: Mála tína egnu blómu Verkstova fyri børn 10–12 ár. Vit fáa frálæru í einføldum máliteknikkum og læra at mála eina føroyska summarblómu. Durid Færø og Margretha N. Hansen leggja lag á. Verkstovan verður hildin í evningsstovuni í Skúlatrøð. Avmarkað luttøka. Ókeypis atgongumerki fæst á www.atgongumerki.fo.

Kl. 12.00–14.00: Planta títt egna hveiti. Verkstova fyri børn í øllum aldri. Vit læra at seta hveiti niður í pottar og hoyra um, hvussu føroyingar fyrr gagnnýttu hveiti í føroysku náttúruni. Hav egnan pott ella krukku við. Smærri børn mugu hava ein vaksnan við, sum kann hjálpa til við at seta niður. Hjørdis Havarsá leggur lag á. Vit hittast á trappuni uttanfyri høvuðsdyrnar á Skúlatrøð. Ókeypis atgongumerki fæst á www.atgongumerki.fo.

 Kl. 14.00–16.00: Ger títt egna blómuprýði. Verkstova fyri børn í øllum aldri. Vit ganga ein lítlan túr og læra at gera blómukransar og hálsprýði við livandi vøkstri, sum vit finna á vegnum. Smærri børn mugu hava ein vaksnan við, sum kann hjálpa til við at flætta blómurnar saman. Ragnhild Ellingsgaard leggur lag á. Vit hittast á trappuni uttanfyri Varpið. Ókeypis atgongumerki fæst á www.atgongumerki.fo.

Kl. 14.00–18.00: Vel bestu blómukøkuna. Kom inn í Varpið og síggj allar køkurnar frá kappingini “Søta Blóma”. Ein dómsnevnd velur besta smakkin, meðan øll vitjandi sleppa at atkvøða fyri vakrastu køkuni. Vinnarin verður avdúkaður á sangløtuni í viðarlundini úti í Grøv kl. 18.00. Í dómsnevndini eru Olevina Sundsskarð, kondittara frá Marietta og Beinta Á. Gregersen, leiðari í Húsinum.

Kl. 16.00–18.00: Blómuveiða í Klaksvík. Skattaveiða fyri børn í øllum aldri. Vit fara at loysa spennandi uppgávur runt í býnum, samstundis sum vit læra okkurt nýtt um okkara nærumhvørvi. Smærri børn mugu hava ein vaksnan við, sum kann fylgja barninum. Blómuveiðan byrjar á trappuni uttanfyri Varpið. Ókeypis atgongumerki fæst á www.atgongumerki.fo.

Kl. 18.00–19.00: Sangløta fyri børn. Vit hittast í viðarlundini úti í Grøv, har Steintór Rasmussen saman við vinfólkum bjóðar øllum til eina hugnaliga løtu við kendum barnasangum. Grillirnar verða tendraðar, og øll eru vælkomin at hava okkurt við, sum kann leggjast á grillina til egið brúk. Vit gleða okkum at síggja teg!

Søta Blóma – køkukapping fyri kreativ børn! Dámar tær at baka og vera kreativ(ur)? So er Søta Blóma júst nakað fyri teg! Lat hugflogið blóma og ger eina vakra køku, sum annaðhvørt líkist eini føroyskari blómu ella er prýdd við føroyskum blómum. Her er eingin røtt ella skeiv loysn – vit gleða okkum at síggja allar tær litføgru og skapandi køkurnar. Øll børn í aldrinum 7–15 ár eru hjartaliga vælkomin at luttaka. Køkan skal latast inn í Varpinum mikudagin 15. juli í seinasta lagi kl. 13.00.

Frá kl. 14 til 17 ber til hjá øllum børnum at atkvøða fyri vakrasti køkuni, meðan ein dómsnevnd velur besta smakkin. Í dómsnevndini sita Olevina Sundsskarð frá Marietta og Beina Á. Gregersen frá Húsinum. Vinnarin verður avdúkaður á hugnaligu sangløtuni, sum verður í Viðarlundini úti í Grøv kl. 18.00. Vinnarin fær eitt gávukort á 1.000 kr. frá Klaksvíkar Handilsfelag. Vit gleða okkum at síggja tín søta blómudreym!