Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Vakur myndakalendari 2027

Tíðindaskriv

Nú er vakri føroyski myndakalendarin 2027 komin við teimum nógvu upplýsingiunum.

Ein mynd er til hvønn mánað. Myndirnar svara til árstíðirnar og eru kring alt landið.

Til hvørja mánaðarmynd er ein tilvísing til ein túr víst á einum korti. Harumframt eru tvær eykamyndir.

Á baksíðuni eru nógvir áhugaverdir upplýsingar, so sum kort yvir Føroyar, hægstu fjøll, størstu vøtn, miðalaldur og miðalhiti v.m. 

Tekstirnir eru bæði á føroyskum og enskum.

Kostnaðurin bert kr. 109,-  

Finleif Mortensen og Sjúrður Poulsen standa fyri útgávuni. Finleif hevur tikið allar myndirnar.

Myndakalendarin ger gagn alt árið og er lættur at hava við sær hjá útlendingum ella útisetum, sum fara avstað aftur eftir summarferiuna. Ella eitt gott hugskot at geva sum gávu til tey, ein fær á vitjan. 

Hetta er 11. árið, at myndakalendarin kemur út. Eins og undanfarin ár, fer allur ágóðin til Leguhúsið í Nesvík.