Klaksvík
15°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Frískt lot fer av bakkastokki í dag

David Thomassen

Fyrsta Frískt lot sendingin kann hoyrast beinleiðis á Norðlýsinum í dag frá kl. 15-16.

Í fyrstu sendingini fara vertirnir Rannvør Fríða Eyðunsdóttir og David Thomassen at práta um at vera ávirkari í Føroyum.

Bjørga Sivertsen og Ása Hansen, ið báðar eru ávirkarar á Instagram og TikTok koma at práta um heitið, starvið og hvussu tað er at vera ávirkari í einum so lítlum samfelagi.

Tinna Berg Jørgensen, ið er reportari, hevur eisini verið úti og spurt fólk hvat tey halda um at deila myndir og video av børnum á sosialu miðlunum.

Umframt alt hetta, so hevur Frískt lot spurt fýra tónleikarar um at geva teirra boð uppá eitt summarhitt. Í dag sleppa vit at hoyra ein eggjara til lagið, ið Telemama hevur gjørt til sendingina.

Sendingina kann hoyrast live frá kl 15-16 her: https://stroym.fo/nordlysid_live.html

Um tað ikki er møguligt at lurta live ella, ein ynskir at lurta umaftur, so liggja sendingarnar her: https://nordlysid.fo/category/poddar/friskt-lot/

Til ber eisini at fylggja nærri við sendingini, at skriva til vertirnar og at luttaka í kappingum á instagram vanganum: https://www.instagram.com/frisktlot?utm_source=ig_web_button_share_sheet&igsh=ZDNlZDc0MzIxNw==

woodpaint