Klaksvík
16°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ung eru ein týðandi málbólkur hjá veddingarfyritøkum

David Thomassen

Í øðrum parti av Frískt lot prátaðu vit um ludomani og at vera bundin at pengaspæli. Leivur á Lakjuni, sum hevur master í sálarfrøði, psykoterapi og gudfrøði, vitjaði okkum í dag. Hann arbeiðir á Bláakrossheiminum sum sálarfrøðingur og fakligur ráðgevi, og greiddi okkum millum annað frá, hví ein gerst bundin at pengaspæli og hevur ilt við at steðga.

Sambært Leivi hevur dopamin ein stóran leiklut, tá ið ein er spælibundin ella hevur ludomani:

“Hóast ein skuldi trúð, at dopamin einans varð útloyst, tá ið ein vinnur, so verður tað eisini útloyst, tá ið ein spælir, tí ein verður spentur um møguliga at vinna.”

Leivur greiddi eisini frá, at ein kann fáa eina kenslu av gleði, tá ið ein spælir, og at orsøkin millum annað er dopamin. Men um ein, sum er spælibundin, brádliga gevst at spæla, kann viðkomandi fáa tað ringt, tí trongdin at spæla verður sterk, og ein leitar alla tíðina eftir dopamininum, sum ein fær av at spæla.

Men tað er ikki bara dopaminið, sum hevur ein sterkan leiklut. Leivur greiddi eisini frá, at skommin hjá teimum, sum eru bundin at pengaspæli, kann vera stór og hava álvarsligar avleiðingar.

Sjálvt um tað er álvarsamt at vera bundin at pengaspæli, so brúka fyritøkur eisini vitan um sálarfrøði til at fáa fólk at byrja at spæla og vedda.

“Fyrr vóru øllýsingar í fótbóltsdystum, men nú eru veddingarlýsingar.”

Sambært Leivi er hetta ein trupulleiki, tí hesar lýsingarnar gera tað meira vanligt at vedda. Serliga kann hetta ávirka ung, tí heilin hjá teimum er ikki liðugt mentur enn.

Ynskir tú at hoyra alla samrøðuna, kanst tú lurta her: