Troyggjurnar verða (møguliga) funnar fram, teltini verða reist, og leiðin gongur enn eina ferð móti Syðrugøtu.
G! Festivalurin er aftur á skránni, og í nakrar dagar verður Syðrugøta karmur um tónleik, felagsskap og eitt heilt serligt festivalhuglag. Á Sandinum, Spæliplássinum og í Fjósinum fara føroyskir og útlendskir tónleikarar at seta sín dám á festivalin.
Men fyri nógv snýr G! seg um meira enn bara tónleikin.
Er tað tónleikurin, sum dregur fólk á festival – ella er tað huglagið og vinfólkini, sum fáa fólk at koma aftur ár eftir ár?
Hetta er eitt av evnunum, sum vit fara at tosa um í sendingini í dag, nú vit gera festivalútvarp beinleiðis úr Syðrugøtu.
Á skránni verður prát við tónleikarar og festivalgestir, tónleikavenjingar, eitt panel við ungum festivalgestum, sum fara at kjakast um og siga sína meining um G! skránna, og nógv annað.
Vit senda í dag og leygardagin frá klokkan 15 til 16 beinleiðis úr Syðrugøtu.
