Summar Festivalurin hevur sera hugnaliga tjaldbygd mitt á festivaløkinum.
Tað ber ikki til at búgva meira sentralt á Summar Festivalinum, og haðani er upplagt at uppliva tann lívliga festivalin.
Í Tjaldbygdini ber til at njóta góða samveru við aðrar festivalgestir, sølutjøld við mati og drekka eru nærindis, og okkurt undirhald verða eisini fyri tjaldararnar.
Øki eru sett av til bæði ungdóm og familjur.
Keyp tær pláss í Tjaldbygdini her:
https://sf.atgongumerki.fo/webshop/event/3512455/order/main
