Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Ger heilsuna einfalda!

David Thomassen

Heilsuráð eru allastaðni, og tað kann vera torført at vita, hvørjum ein skal lurta eftir. Men sambært Rosu Egholm nýtist tað als ikki at vera so trupult.

Rosa er persónligur venjari hjá kvinnum og brúkar Instagramvanga sín, Real_Raw_Rosa, til at deila fakliga vitan um kost, heilsu, rørslu og PCOS/PMOS. Í samrøðuni greiðir hon frá, hvussu smáar broytingar í gerandisdegnum kunnu gerast til góðar og haldgóðar vanar.

– Eingin vani er eins, tí vit eru ymisk og hava ymiskan gerandisdag. Tí er umráðandi, at vanarnir hóska til lívið, tú livir, og ikki øvugt, sigur Rosa.

Hon vísir á, at nógv sita á skrivstovu stóran part av degnum og tí ofta kenna seg ov móð til at fara at venja. Men tað merkir ikki, at ein ikki kann røra seg.

– Tað ger mun at reisa seg upp javnan gjøgnum dagin. Tað ger eisini mun at seta bilin eitt sindur longri burtur, tá ið tú fert til handils, ella at ganga heldur enn at koyra, tá ið tað ber til. Tað nýtist ikki at vera stórt og umfatandi. Smáar broytingar í gerandisdegnum kunnu gera stóran mun, tá ið tær gerast vanar, sigur hon.

Boðskapurin hjá Rosu er greiður: Tað er ikki tú, sum skalt laga teg eftir heilsuráðunum – tað eru heilsuvanarnir, sum skulu laga seg eftir tær.

Ynskir tú at hoyra alla samrøðuna við Rosu Egholm, har hon gevur góð ráð um, hvussu tú kanst fáa sunnar vanar inn í gerandisdagin, kanst tú hoyra hana her: