Tað lovar løgmaður. Men nakað av óvissu valdar framvegis um skiparaútbúgvingina og um, hvørt skúlin heldur fram saman undir Tekniska Skúla í Klaksvík.
Eftir at Brandur í Funningsstovu fór úr starvinum sum leiðari fyri Sjónám í Klaksvík, hevur stovnurin havt fyribilsleiðslu í longri tíð. Fyrisitingarliga er Sjónam undir Tekniska Skúla í Klaksvík, so formliga er stovnurin ikki í leiðsluloysi, men ongin dagligur leiðari á staðnum er enn settur.
Tað fekk Hermann R. Samuelsen, tingmann fyri Sambandsflokkin í Norðoyggjum, til tann 29. mai at seta Bárði á Lakjuni, landsstýrismanni í m.a. undirvísingarmálum, ein fyrispurning um hesa støðuna og í størri høpinum um framtíðina hjá Sjónámi. Svarið frá landsstýrismanninum kom tann 10. juni. Landsstýrismaðurin svarar, at ætlanin er at seta nýggjan leiðara, men at bygnaðarbroytingar eru í væntu, sum skulu avgreiðast fyrst, uttan at komið verður nærri inn á, hvørjar hesar bygnaðarbroytingar eru. Og so gerst svarið meira ófrættakent, tá talan er um skiparaútbúgvingina.
Ítøkiliga svarar landsstýrismaðurin, at ” Landsstýrismaðurin ynskir, at minst líka nógv virksemi verður á Sjónámi aftaná møguligar bygnaðarligar broytingar eru gjørdar. Báðir maritimu skúlarnir hava skiparaútbúgving, sum kundi verið betri samskipað í sambandi við upptøku og nýtslu av simulatorútgerð, sum er staðsett í Havn. […] Umhugsað hevur verið at flutt Brandskúlan til Klaksvíkar, soleiðis at virksemið bleiv knýtt at Sjónámi. Arbeitt hevur eisini verið við sokallaðum bláum miðnámi, her kundi Sjónám eisini verið partur; tí Sjónám frammanundan hevur dekkara- og skipsatstøðiútbúgvingina. Álit verður í løtuni skrivað um blátt miðnám.”
Tað stendur sostatt ikki beinleiðis, men ábendingar eru í svarinum um møguliga at niðurleggja útbúgvingina í Klaksvík og miðsavna hana í Havn – nakað sum í givnum føri verður ein smeitur fyri komandi sjómenn í Norðoyggjum, ið ynskja at læra til skipara.
Í svarinum verður eisini sett spurnartekin við, um verandi bygnaður saman við Tekniska Skúla í Klaksvík er tann besti fyri Sjónám, ella um tað var betri, at ”størri samanhangur var millum báðar maritimu skúlarnar”, t.e. Sjónám og Vinnuháskúlan í Tórshavn.
Orðingin hjá landsstýrismanninum um skiparaútbúgvingina – ”skiparaútbúgving, sum kundi verið betri samskipað í sambandi við upptøku og nýtslu av simulatorútgerð, sum er staðsett í Havn” –, fekk Norðlýsið at spyrja løgmann um, hvør ætlanin var við søguligu skiparaútbúgvingini á Sjónámi í Klaksvík. Fischer Heinesen setti skiparaútbúgvingina á stovn í Klaksvík í 1947. Klaksvíkar Sjómansskúli, sum skúlin tá æt, varð stovnaður sum privatur skúli tá og gjørdist almennur í 1975. Í 2012 gjørdist hann til Sjónám og varð staðsettur ytst við sjógvin á vestursíðuni av Klaksvík.
Løgmaður var greiður um, at Sjónám sum stovnur skal halda fram í Klaksvík, men nevndi ikki ítøkiligu skiparaútbúgvingina ella hvar evsta leiðslan skal vera.
Spurningurin er annars aktuellur, tí Sjónám hevur lýst við umsóknarfreist til upptøku á skiparaútbúgving á Sjónámi í Klaksvík. Umsóknarfreistin er 1. august 2026, og skúlaársbyrjan er hálvan august. Útbúgvingin til skipara tekur 1½ ár.
Sjónám heldur sostatt fram í Klaksvík, og søkt fer at verða eftir leiðara, men líkt er til, at framvegis má bíðast eftir bygnaðarbroytingunum, áðrenn nakað fæst at vita um innihaldið í søguliga stovninum, herundir skiparaútbúgvingina. Tástani fáa vit eisini at vita, um evsta leiðslan fyri skúlan fer at vera í Klaksvík ella í Tórshavn.
