Í einum jøvnum dysti koppaði tað til Kauno Zalgiris, sum tóktist hava meira orku í seinna hálvleiki.
Árni Frederiksberg var ikki blivin tøkur, og tí var tað eitt sera skert KÍ-lið. KÍ var omaná í fyrra hálvleiki, har Filip Brattbakk og Gaston Tellechea høvdu stórar møguleikar. Jean Carlos og Gaston Tellechea fingu gul kort, og í hálvleikinum bleiv Carlos tikin út. Helst fyri at umganga somu støðu sum í Sarpugerði fyrr í ár, tá hesir báðir eisini fingu gul kort og annar reytt longu í fyrra hálvleiki.
Í seinna hálvleiki var Kauno Zalgiris omaná, men uttan at skapa stórvegis málmøguleikar. Tað manglaði tað síðsta, og í hinum endanum hevði Deni Pavlovic góða skotroynd. Tað tóktist sum, at møðin gjørdi um seg á KÍ-liðnum sum dysturin leið, meðan heimaliðið longu eftir 62 minuttum hevði gjørt fýra útskiftingar. Fleiri leikarar tóku seg til beinini. Við bólti hevði KÍ tað torført í seinna hálvleiki. Í jøvnum dystum í altjóða fótbólti fellir avgerðin ofta síðstu minuttirnar, í longu leiktíðini ella uppá brotssparkskapping. Og tað hendi aftur hesaferð. Í 85. minutti slapp heimaliðið ígjøgnum í vinstru. Ein skotfinta og so eitt skot við nærmastu stong. 1-0 og tað gjørdist úrslitið, har KÍ ikki kom til nakran stóran møguleika síðstu løtuna. Ein javnur dystur, har KÍ kanska var omaná í málmøguleikum, men tá mann ikki skorar yvir 180 minuttir, so hevur mann ikki uppiborið at koma víðari.
KÍ-liðið er ov skert
Hetta mótstøðuliðið var sum væntað áleið á sama stigi sum KÍ, og tí avgera smáir marginalar. Stóri trupulleikin hjá KÍ er, at so nógvir leikarar í vanligu sterkastu uppstillingini ikki eru tøkir. Odmar Færø, René S. Joensen, Patrik Johannesen, Jákup Biskopstø og Árni Frederiksberg (kom inn síðstu minuttirnar, tá hinir høvdu skorað) spældu ikki, og tað merkist, tí talan er um fimm leikarar, har kanska fýra av teimum hoyra til uppstillingina á A-landsliðnum eisini. René og Patrik hava verið uttanfyri leingi, meðan hinir tríggir eru blivnir nýliga skaddir, og tí merkist missurin av teimum trimum kanska best.
