Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

UPPHAV vunnið tveir prísir hjá CPH:CULTURE

Tíðindaskriv

Føroyska leikverkið UPPHAV eftir Gunnvá Zachariasen og Maritu S. Dalsgaard framleiddur av leikbólkunum TVAZZ og Leikhús SKIFT, hevur vunnið tveir prísir hjá CPH:CULTURE fyri leikárið 25/26.

Í mars 2026 var UPPHAV leikferð á Teater FÅR 302 í Keypmannahavn. Her fingu danskir ummælarar eyga á leikin og róstu honum til skýggja.

Leikurin var tilnevndur í trimum bólkum, tá ið CPH:CULTURE gjørdi sínar tilnevningar fyri leikaárið 25/26. Nú vinnararnir eru funnir, hevur UPPHAV vunnið í heili tveimum av bólkunum.

UPPHAV er besta nýggja leikverk, ið hevur annað mál enn danskt sum uppruna. Millum hini tilmæltu verkini vóru m.a. Dear Evan Hansen, Det Kongelige Teater, Skuespilhusets Store Scene/Aarhus Teater, Store Scene/Lion Musicals v. Thomas Langkjær, ið hevur vunnið eina røð av donskum prísum í ár eins og verkið hevur vunnið 6 TONY awards.

UPPHAV er eisini valt til at vera besta gestaspæl leikárið 25/26. Tilnevningarnar eru gestaspøl í øllum listagreinunum innan pallist. UPPHAV skarar framúr millum tilnevnd so sum: samtíðardansi hjá København Danser og Østre Gasværk, ballet hjá Det Kongelige Teater og International Ballet Galla – A Celebration of Dance (Tivolis Koncertsal) og stóra kinverska dansi og opera leikverki Shun Yun, sum er á heimsleikferð og varð framført í Royal Arena.

Leikurin UPPHAV er ein frásøgn um sorgarleikin, sum rakti Hestoynna 1. apríl 1919, tá ið tveir bátar úr oynni gingu burtur. Ellivu menn úr Hesti sjólótust henda dagin. Tað var meginparturin av arbeiðsføru monnunum í bygdini. Leikurin snýr seg um gerandislívið, korini og fortreytirnar hjá familjunum í Hesti eins og í øllum Føroyum hetta tíðarskeiðið.

Leikurin er serstakur, tí hann er ikki bert søgan um menninar, sum druknaðu, men eisini um kvinnurnar og børnini, sum sótu eftir í einum samfelag, sum hvørki hevði almennar ella privatar socialar tryggingar.

UPPHAV spælir í SALT tann 6. september 2026. Í august er leikverkið føroysk umboðan á Kulturmøde på Mors og í september er leikurin eisini á festivali í Fjaler í Norra.

Hugskot, stigtakan, sjónleikur og tekstur: Gunnvá Zachariasen

Leikstjórn, tekstur og dramaturgi: Marita S. Dalsgaard

Kompositión og ljóð: Anna Katrin Øssursdóttir Egilstrøð

Visuelt design: Silje Grimstad

Framleiðsla: TVAZZ og Leikhús Skift

Gestapallur: Får 302, Keypmannahavn