Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Lutakastið til røkkstøkkdystirnar verður mánadagin

Jákup Ósá

Mánadagin verður avgjørt hvørjum KÍ skal møta í røkkstøkkdystunum

Mánadagin 3. august verða lutakøstini til altjóða kappingarnar. KÍ er stórfavorittur at rúka út úr Evropa League móti pólsku meistarunum og so verður lutakast um røkkstøkkdystirnar í Conference League kl. 13.00, har teir fimm møguleikarnir eru hesir:

Vinnaranum av FC Drita (Kosovo)-Tre Fiori (San Marino)

Taparanum av Omonia Nicosia (Kýpros)-Lincoln (Gibraltar)

Vinnaranum av Borac Banja Luka (Bosnia &Hersegovina)-ML Vitebsk (Hvítarussland)

Taparanum av KuPS(Finnland)-U Craiova (Rumenia)

Vinnaranum av Riga FC (Lettland)-Gyor (Ungarn)