Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Karl, Hanus og Steintór vitja Norðlýsið

Jóhann Lützen

Ein tættpakkað skrá í Komið øll við í dag

Vit hava Karl Johansen, borgarstjóra í studio og fara at tosa um hvussu hann heldur Summarfestival og hvønn týdning hann heldur at Summarfestivalurin hevur fyri býin. Vit fara eisini at spyrja um trygdarrúmið og kameraskipanina, ið mangla við Djúpumýru, nú Evropa league dysturin hjá KÍ er fluttur til Havnar.

Vit tosa við okkara veðurmann um festivalveðrið. Hanus Kjølbro hevur tær feskastu veðurforsøgnirnar við

Og at enda tosa vit við Steintór Rasmussen, sum á fyrsta sinni stendur einsamallur á pallinum á Summarfestivalinum.

Sent verður frá kl. 13 til kl. 15.

Send inn sms tlf 756565 við eini viðmerking/spurningi og tú er við í lutakastinum um ein kassa frá Føroya Bjór.

Tit eru bert eitt klikk vekk, trýsti á netradio knøttin ovast her á síðuni og tit hoyra okkum beinleiðis.

Kristian Joensen er vertur