Føroyska manslandsliðið í hondbólti skal til HM 2027 í Týsklandi, og nú fáa føroyskir hondbóltsfjepparar møguleika at uppliva allar tríggjar dystirnar í grundspælinum. Eventz hevur tryggjað sær 100 pláss og atgongumerki til dystirnar í Magdeburg.
Ferðin verður frá 14. til 19. januar 2027 og fevnir um beinleiðis flogferð við Atlantic Airways millum Føroyar og Hannover, bussflutning til og úr Magdeburg, fimm nætur á fýra stjørnaða Maritim Hotel Magdeburg og atgongumerki í CAT 3 til allar tríggjar dystirnar hjá Føroyum í grundspælinum.
Endamálið er at savna føroysku áskoðararnar í einum felags fjepparaøki, so føroyskir litir, sangur og góður stemningur aftur kunnu seta sín dám á eina altjóða hondbóltskapping. Føroysku fjeppararnir hava vakt ans við sínum stóra og sjónliga stuðli til landsliðið, og í Magdeburg verður aftur høvi at gerast partur av føroyska fjepparahavinum.
Magdeburg – søga, mentan og hondbóltur
Magdeburg liggur við ánna Elbe og er høvuðsstaður í týska landslutinum Sachsen-Anhalt. Býurin sameinir søgu, spennandi byggilist og grønar upplivingar fram við ánni. Millum kendastu eyðkennini eru hin meira enn 800 ára gamla Magdeburg-dómkirkjan og hin litríka Grøna borgin, sum er teknað av listamanninum og arkitektinum Friedensreich Hundertwasser.
Við hugnaligum býarlívi, matstovum, handlum og grønum økjum gevur Magdeburg føroysku ferðafólkunum møguleika at sameina HM-hondbólt við góðar upplivingar í býnum. Talan verður sostatt ikki bert um tríggjar spennandi landsdystir, men um ein fullfíggjaðan fjeppara- og býartúr.
Dystirnir í grundspælinum verða spældir:
- 14. januar 2027
- 15. januar 2027
- 16. januar 2027
Hetta er við í ferðapakkanum:
- Beinleiðis flogferð við Atlantic Airways: Føroyar–Hannover–Føroyar
- Bussflutningur: Hannover–Magdeburg–Hannover
- Fimm nætur á Maritim Hotel Magdeburg****
- Morgunmatur
- Atgongumerki í CAT 3 til allar tríggjar dystirnar í grundspælinum
- Føroyskt fjepparaøki, har føroyingar sita saman og stuðla landsliðnum
- Ferðaavgjøld
- Ókeypis atgongd til svimjihylin á hotellinum
Prísur og gjaldstreytir
Prísurin er úr 11.500kr. fyri hvønn í dupultkamari.
Bert 100 pláss – 50 kømur
Bert 100 pláss, svarandi til 50 kømur, eru tøk til ferðina.
Áhugin fyri føroyska landsliðnum er størri enn nakrantíð, og tí ræður um at tryggja sær pláss í góðari tíð.
Kom við til Týsklands, uppliv HM og stuðla føroyska landsliðnum í Magdeburg. Saman kunnu vit aftur skapa eitt føroyskt hondbóltsævintýr, fylt við sangi, samanhaldi og ógloymandi løtum.
Nærri kunning og bílegging á www.eventz.fo
