Leiðsluskrivstovan hjá Føroya Politi sendi út t-post til miðlarnar í Føroyum ígjár, har kunnað var um at løgreglan skipar fyri venjing í Tjarnir seinnapartin í dag.
Niðanfyri síggjast boðini.
Góðu miðlar.
Til tykkara kunning hevur Føroya Politi venjing seinnapartin í morgin við Tjarnir. Venjingin er partur av fyrireikingunum til dystirnar, sum verða spældir á Tórsvølli og við Djúpumýru hóskvøldið.
Mynda- og tíðindafólk eru vælkomin niðan frá 15:00-15:30 at taka myndir av venjingini. Aftaná myndatøkuna verður høvi at gera samrøðu við Jógvan Páll Joensen, varapolitiinspektør.
Hann kann greiða yvirskipað frá, hvussu Føroya Politi fyrireikar seg til tílíkar dystir.
