Í morgin skulu allir svimja 200 frí, sum er 1. kapping.
- 1 riðil geil 5 svimur Silas og á geil 6 svimur Heini.
- 3. riðil á geil 8 svimur Isak
- 4. riðil á geil 7 svimur Líggjas
Tað er altíð stór luttøka í 200 frí, og her eru heili 87 svimjarar! Í síðsta riðli svimur t.d. ótrúligi David Popovici, sum hevur gjørt vart við seg í mong ár, hóast sín unga aldur (2004)
Tað er gleðiligt, at okkara dreingir hava rættiliga góðar tíðir í hesi grein, og spennandi verður at síggja, hvussu verður í morgin
Teir standa klárir aftur til kapping nr. 5, sum er 4×100 frí. Tá liggja í riðli 2 á geil 4 Millum Russland og Eysturríki.
Ongar tilmeldingartíðir eru til liðkappingarnar, og tískil liggja londini á tilvildarligum geilum.
Hóast okkara fara at liggja sera aftarlaga móti stóru tjóðunum, so eru útlit fyri føroyskum meti
So tá heppa vit eisini.