Lech Poznan-flogfarið fór úr Poznan í morgun.
Í morgun lendu flogførini í Føroyum, men seinni bleiv tjúkt í mjørka. Tá flogfarið var nær við Bergen fór tað flúgva runt eina løtu, áðrenn avgerð var tikin um at fara til Bergen, har tað stendur til at lenda um eina løtu.
Nú er so spurningurin, um Lech Poznan fær lent seinni í dag, so at dysturin kann spælast í kvøld. Sum skilst verða líkindini at lenda møguliga betri seinnapartin. Hendur tað ikki, so verður dysturin helst útsettur til í morgin.
Greinin er dagførd kl. 10.57
