Størsta tapið hjá KÍ síðani AIK í 2017 gjørdist veruleiki í kvøld.
Upptaktin við ivamáli um, nær dysturin skuldi spælast og at dysturin beint áðrenn upphiting bleiv útsettur gjørdi ikki fortreytirnar hjá KÍ góðar, men hinvegin blivu hvíludagarnir fýra ístaðin fyri tríggir. Tað tóktist tó orka at mangla á KÍ-liðnum, nú liðið í eina tíð hevur spælt 3. ella 4. hvønn dag. KÍ fekk tó ein stóran málmøguleika tíðliga, men á mállinjuni bjargaði verjuleikari hjá Lech Poznan. Útiliðið kom á odda eftir 20 minuttum og allan fyrra hálvleik rann KÍ aftaná. 36 minuttir skuldu ganga, áðrenn mann sá tann vanliga Evropa-samleikan, har leikarar stríddust sum ein eind, vunnu nærdystir og fingu støður. Og tað sigur nakað um, hvussu illa KÍ kom út til dystin.
Pólsk málveitsla í seinna hálvleiki
Seinni hálvleikur var bara fýra minuttir gamal, so var 2-0 til útiliðið, og so var dysturin avgjørdur. Eftir hetta blivu nógvir málmøguleikar báðar vegir. KÍ fekk ikki sínar í málið, meðan Lech Poznan skoraði uppá tríggjar av sínum.
Tá dysturin var avgjørdur gjørdi KÍ-venjarin nakrar broytingar, har endamálið helst var at spara orku til komandi uppgávur sum koma 3. ella 4. hvønn dag og sum á hvør sín hátt allar eru truplar serliga havandi verandi form hjá KÍ, sum bara hevur vunnið tríggjar av síðstu 12 dystunum, harav tveir móti FC Atert Bissen úr Luksemborg.




























































