Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Nógvar kvinnur eru í Klaksvíkar Hornorkestri

Hilda Sjúrðardóttir Kjølbro

Seinastu árini hevur verið siðvenja hjá Klaksvíkar Hornorkestri at fara eina útferð, áðrenn farið verður í gongd aftur við venjingarnar eftir summarfrítíðin. Í gjár gekk leiðin til Dals, har hugni, samvera, kirkjukonsert og grilling var á skránni. Umframt, so spældi orkestrið nøkur løg mitt í bygdini, hetta var ein hugnalig løta, og nógv fólk lýddu á.

Sunnvør í Kongsstovu og Amanda Askham hava báðar spælt við Klaksvíkar Hornorkestri í mong ár. Tær trívast báðar sera væl.

Eitt skifti var Amanda einsamøll kvinna í hornorkestrinum, men í dag eru nógvar kvinnur, og tær leggjast afturat alla tíðina. Serliga tey síðstu 8 árini eru nógvar komnar upp í orkestrið. Í løtuni eru eini 12 kvinnur sum spæla við, men onkrar eru á veg upp í afturat, og onkrar hava steðg í løtuni.

Amanda og Sunnvør siga, at kvinnurnar halda sera væl saman. Vit eggja hvørja aðra at halda fram, og hava enn tá gjørt okkara egna kvinnuorkestur. Vit hittast av og á inni hjá hvørjari aðrari, og hava verið á cafe saman. Eisini hava vit spælt til okkurt jólatræ. Umframt hetta, so hava vit eisini vant saman við øðrum kvinnum í Føroyum, og saman hava vit framført á musikkstevnu.

Tá vit sum smágentur byrjaðu at spæla horn, var tað ikki beinleiðis inn at spæla horn, men nú er tað blivið meira cool, og hetta er bara at fegnast um, siga tær báðar.

Eisini siga tær, at ongin ivi er um, at Fiona Parker, dirigentur – hevur ein stóran leiklut í hesum, tí størri eldsál enn hon finst ikki. Hon hevur ein serligan eginleika at fáa fólk at spæla, eisini at fáa fyrrverandi blásarar at koma upp í aftur hornorkestrið. Umframt, so hevur hon megnað ígjøgnum musikkskúlan at fingið rættiliga nógv børn at spæla horn. Barnaorkestrið, sum kallast, Klaksvíkar Skúlaorkestur – er í dag eitt rættliga stórt orkestur.

Klaksvíkar Hornorkestur er ein góður felagsskapur at vera í, og vit hava tað sera stuttligt og hugnaligt saman. Tað sum er sermerkt er, at fólk í øllum aldri eru við í orkestrinum, øll eru ymisk, hava ymisk lívsstørv, útbúgvingar og bakgrund, men vit hava øll tað til felags, at vit spæla horn.

Vit uppliva eisini sera nógv saman, summarútferðirnar eru altíð góðar, vit hava eisini verið hugtakandi og stuttligar túrar uttanlands. Musikkstevnuna, sum er á hvørjum ári, hana síggja vit altíð fram til.

Musikkstevnan, sum altíð er dýra biðidag, verður hildin í Klaksvík komandi ár, og hetta gleða vit okkum nógv til, siga Sunnvør og Amanda at enda.

Sunnvør Í Kongsstovu og Amanda Askham hava spælt við Klaksvíkar Hornorkestri í ávikavist 21 og 22 ár. Mynd: Hilda Sjúrðardóttir Kjølbro.

Her síggjast nakrar av kvinnunum, ið spæla við Klaksvíkar Hornorkestri. Mynd: Hilda Sjúrðardóttir Kjølbro.