KÍ var á odda 2-0, kom so afturum 3-2, men innskiftararnir gjørdu mun og vendu dystinum.
Tað bleiv ein sera undirhaldandi dystur á Argjum millum AB-KÍ. KÍ byrjaði nógv betri og kom uppiborið á odda 2-0, áðrenn AB minkaði um munin eftir álop gjøgnum sína høgru síðu, har tey flestu AB-álopini komu.
Í seinna hálvleiki vendi gongdin og AB tók yvir. AB kom á odda 3-2 og í somu løtu skifti KÍ Dávid Reynheim inn. Hann setti lív í KÍ og hann javnaði eisini løtu seinni til 3-3 við flottum hørðum langskoti. AB fekk størsta møguleikan í dystinum í yvirtíðini, men onkursvegna rakti AB-leikarin ikki bóltin. Ístaðin fór KÍ við øllum. Erlend Hustad og innskifti Deni Pavlovic vunnu sínar nærdystir, Heini Z. R. Viðoy gav fyrimun, tá tað var fríspark til Deni og so kundi innskifti Jonn Johannessen skora sítt fyrsta mál hetta kappingarárið. 4-3 gjørdist úrslitið.
4-3 til KÍ í einum sera undirhadandi og jøvnum dysti, har liðini áttu hvør sín hálvleik. Innskiftu leikararnir hjá KÍ vístu seg at blíva avgerandi, og tað merkir, at vinnarin av toppdystinum í Klaksvík sunnudagin tekur oddasessin.
