Nema
Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Svimjifelagið Neptun havt sína fyrstu barnavenjingina í Bylgjuni

Jóhann Lützen

Í dag skrivaði Svimjifelagið Neptun søgu, tá felagið hevði sína fyrstu barnavenjing síðani felagið var stovnað í 1964.

Eini 70 børn møttu spent og klár til fyrstu venjingina, og tað var ein sera góð byrjan á nýggja kapittulinum hjá felagnum.

Stemningurin í svimjihøllini var góður, og børnini vóru hugagóð og spent at sleppa í vatnið.

Tað er fantastiskt at síggja so stóran áhuga fyri svimjing og eitt so stórt tal av børnum, sum vilja verða partur av felagnum.

At so nógv børn luttóku longu fyrsta dagin, vísir, at tørvurin og áhugin fyri einum svimjifelagi er stórur.

Svimjifelagið Neptun gleðir seg til komandi venjingarnar og til saman at byggja eitt sterkt og gott svimjiumhvørvi fyri børn, ung og vaksin.

Takk til børn og foreldur fyri frálíku undirtøkuna – vit gleða okkum til nógvar góðar løtur í svimjihøllini! 🏊‍♂️🏊‍♀️

Nema