Skráin hjá Føroya Sjómannadegi heldur fram í kvøld, tá Annika Sølvará frá Granskingarráðnum og Sigurgunn W. Várting, granskari á Sjókovanum hava hvør sína framløgu í sjósalinum á KG Hotel í kvøld.
Kl. 19.00: ST gjørdi av, at árini 2021–2030 skuldu vera „Havsins áratíggju fyri burðardyggari menning“. Annika Sølvará, stjóri í Granskingarráðnum, greiðir frá tættir í átakinum og um føroysku luttøkuna, sum verður samskipað við Grønland og Danmark.
Kl. 20.00: Sigurgunn W. Várting, granskari á Sjókovanum, leggur fram eina støðulýsing við serligum denti á botnfiskiskap — gongdin í flotanum, fiskidøgum, veiðu og avreiðingum, føroyskan línufiskiskap og útlendska veiðu í føroyskum øki.
Øll eru vælkomin.
