KÍ skal í kvøld spæla fyrra røkkstøkkdystin í Conference League í Klaksvík.
Hetta er fyrra dysturin í uppgerðini um at koma í Conference League-deildina, har 36 lið fara at luttaka, har liðini spæla seks dystir móti seks ymiskum liðum.
Hjá KÍ væntast nærum sami hópur sum móti Lech Poznan seinast. Ivamál er um Deni Pavlovic og Gilla R. Sørensen, men møguleiki er fyri, at báðir verða klárir.
Dysturin á Djúpumýru byrjar kl. 18.30. Dómari verður Samuel Barrott úr Onglandi.
