Tá Sjómannadagurin verður hildin leygardagin, verður eisini hugsað um tey, ið hava tørv á at seta seg eina løtu.
Ivan Isaksen, ein av fyrireikarunum, sigur, at ein rúgva av sitiplássum verða sett upp í ár – helst fleiri enn nakrantíð.
Tað skal geva fólki góðan møguleika at seta seg niður, fáa eitt gott prát og njóta dagin í góðum selskapi.
Og tá fólk seta seg, er eisini gott høvi at fáa sær ein góðan bita. Møguleiki verður at eta góðan mat frá eitt nú JFK, CIG ella Bakkafrost, umframt vælsmakkandi grindabitar. Pylsur verða eisini til børnini.












