Long bíðirøð frammanfyri burgara-vognin hjá Ruben Busk í morgun, sum plagar at standa sunnanfyri FK í Klaksvík og selja ræstkjøra-burgara.
Fleiri høvdu staðið upp í hálvanannan tíma frá væl fyri miðdag og fram til kl. 14. Men hesaferð var tað fyri at fáa smakkin at einum heilt serligum burgara, Dane Royal, sum ein gestakokkur hagreiðir úr oksakjøti, tveimum ymiskum ostum og øllum møguligum góðum tilhoyri.
Hesin góði burgara-kokkurin eitur, Peter Kolos, sum umboðar Hungry Dane Burgers, og skal hann til eina norðurlendska burgarakapping í Svøríki í næstum.
Hann hevur vunnið heitið, ”Danmarks Bedste Burger” trýggja ferðir – og nú fáa so føroyingar í tríggjar dagar høvið at royna henda serliga burgaran umvegis burgara-vognin hjá Ruben Busk, sum stendur við diskin – ikki við steikipannuna, men tað ger Peter Kolos í staðin.
Ruben, sum eigur Streetfood Føroyar, er eisini errin av at kunna hýsa hesum serliga tiltaki og veita serstaka smakkiroynd í Føroyum frá starvsfelagi sínum, Peter Kolos.
Men tá ið vit spurdu, Peter Kolos frá Hungry Dane Burgers hvussu honum líkist á ræstkjøtaburgaran hjá Ruben Busk, var hann ikki álviligur við støðuna – Snerkti eitt sindur og risti við høvdinum. Men tá hann fekk bara svarið: ”Tøsedreng”! Væl vitandi, at slíkt skal man helst vera vaksin upp við!
Tó smakkaði burgarin hjá Peter Kolos frálíka væl (sjálvandi)! Ikki undarligt, at hann er komin so høgt upp á strá í hesi serstøku kapping við frálíka burgaranum, Dane Royal.
Vit mæltu Ruben eisini til at taka kappingina upp við sínum ræstkjøta-burgara í norðurlendskum høpi. Men honum so líkt, svaraði hann varðisliga:”Nu får vi se”!
Ein annarleiðis burgara-dagur við bátabrúgvarnar í dag!
– Góða eyðnu, Peter Kolos.



