NS skattaveiða
Klaksvík

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Leikluturin hjá Riga FC í alheimsgerð av fótbóltsleikarum

Joan Pauli Jacobsen

Søgan um samtakið handan Riga FC, Pafos FC, United FC og FC Rodina snýr seg um rættiliga skjóta virðisøking, stórar altjóða dreymar og eina nýggja tilgongd til at reka fótbólt í fleiri londum í senn.

Maðurin handan alt samtakið er russiski milliardingurin Sergey Lomakin. Hann stovnaði handilsfyritøkuna Fix Price, sum er ein lágpríshandil. Hann hevur samantvinnað hesi fýra feløgini til eina felags talent- og spælaraframaling.

Riga FC (Lettland) – Stórfelagið við Eystrasalt

Riga Football Club varð stovnað í 2014 sum FC Caramba/Dinamo, men skifti navn til Riga FC í 2016. Við peninginum frá Lomakin megnaði Riga FC ótrúliga skjótt at koppa gomlu lettisku stórfeløgunum. Teir vunnu lettisku landskappingina (Virslīga) trý ár á rað (2018, 2019 og 2020). Í samtakinum virkar Riga FC sum tann tryggi miðdepilin í Norðureuropa. Felagið spælir næstan árliga í europeiskum undankappingum og verður brúkt til at geva ungum spælarum royndir á europeiskum støði.

Pafos FC (Kypros) – Flaggskipið við Miðjarðarhavið

Pafos Football Club varð stovnað í 2014, tá tvey eldri feløg í býnum Paphos løgdu saman. Lomakin og samstarvsfelagi hansara, Roman Dubov, keyptu felagið í 2017. Við risastórum íløgum hava teir flutt Pafos frá at vera eitt botnlið til at vinna kypriotisku steypakappingina og kempa um meistaraheitið móti gomlu risunum sum APOEL og Omonia. Pafos FC er “dýra” flaggskipið í samtakinum. Kypros hevur eina sterka deild, og felagið dregur til sín dýrar spælarar úr eitt nú Suðuramerika, sum síðani kunnu seljast víðari til uppaftur størri feløg í Europa.

United FC (Sameindu Emiríkini) – Tann arabiski pallurin

United Football Club Dubai er eitt nýggjari felag, staðsett í Dubai í Sameindu Arabisku Emirríkjunum. Felagið byrjaði í lægri deildunum í Dubai, men hevur havt sum mál at koma upp í somu deild sum tey ríku ríkisfeløgini í Miðeystri. Fyri at vísa sítt framsøkni, spenti felagið bogan høgt og setti italska fótbóltsúrmælingin,  Andrea Pirlo, sum høvuðsvenjara. United FC virkar sum ein tillagingarloysn til Miðeystur. Felagið verður brúkt til at menna spælarar uttan fyri strangu ES-reglurnar um arbeiðsloyvi, og sum eitt stað, har spælarar úr eitt nú Afrika og Asia kunnu venja og laga seg til yrkisfótbólt.

FC Rodina Moskva (Russland) – Talentmiðstøðin

Football Club Rodina Moskva varð stovnað í 2019 í Moskva av Sergey Lomakin. Felagið byrjaði í triðbestu russisku deildini, men flutti skjótt upp í næstbestu deildina (FNL), har teir hava spælt við í oddinum fyri at røkka bestu deildini. Rodina (ið merkir Heimlandið) er hugsað sum tann stóra talentmiðstøðin í Eystureuropa. Felagið finnur og mennir ungar, evnaríkar leikarar, sum liggja tætt at landsliðsstøði. Síðani verða leikararnir fluttir víðari til Riga FC ella Pafos FC, tá teir eru búnir til altjóða avbjóðingar.

Altjóðagerð av fótbóltsleikarum

Samanumtikið kann sigast, at søgan um um hesi fýra feløgini er ein søga um eina altjóðagerð av fótbóltsleikarum. Spælarar flyta javnan ímillum feløgini: Ein spælari byrjar kanska í Rodina, verður seldur til Riga FC fyri at fáa ES-pass og europeiskar royndir, spælir eitt gott kappingarár í Pafos á Kypros, og verður at enda seldur fyri nógvar pengar til eina hægri deild í Vestureuropa.

Ítøkilig dømi um leikarar

Russiski miðvallarin Danila Yanov flutti fyrst úr Russlandi til Pafos FC á Kypros. Eftir eitt tíðarskeið har, varð hann sendur víðari til Riga FC í Lettlandi, fyri at fáa regluliga spælitíð og mennast á europeiska pallinum.

Grikski málverjin Athanasios Papadoudis var skrásettur í hópinum hjá kypriotiska stórfelagnum Pafos FC. Fyri at styrkja um samstarvið millum feløgini og fyri at fáa nýggjar avbjóðingar í Eystrasalti, skifti hann í juni 2026 beinleiðis víðari til Riga FC.

Ungi, evnaríki lettiski álopsleikarin, Gleb Patika, byrjaði sína fótbóltslívsleið í ungdómsdeildunum hjá Riga FC. Tá hann veruliga gjørdi vart við seg, varð hann fluttur suðureftir til U19-liðið hjá Pafos FC fyri at venja undir betri umstøðum.

Senegalesiski vongurin, Pape Guèye, spældi fyrst fyri FC Rodina Moskva í Russlandi. Við ársbyrjan 2026 varð hann leigaður út til arabiska partin av samtakinum, United FC í Dubai, fyri at sleppa undan strongu europeisku kvotunum fyri útlendingar.

Tillagingarloysnin ella brúgvin til europeiska marknaðin

Rodina Moskva finnur ung talent úr Russlandi og Eysturevropa, meðan United FC í Dubai verður brúkt til at keypa ungar, evnaríkar leikarar úr eitt nú Afrika ella Suðuramerika. Dubai hevur sera mildar reglur um arbeiðsloyvi, og tí er lætt hjá felagnum at skriva sáttmála við spælarar, sum ikki høvdu fingið loyvi at spælt í Europa enn.

Tá ein spælari úr Dubai ella Moskva hevur víst sínar førleikar, flýgur hann víðari til Riga FC í Lettlandi. har sleppa spælararnir inn í ES-skipanina og fáa royndir í europeiskum landskappingum (eins og í undankappingunum til UEFA Conference League). Riga FC virkar sum ein sýnisgluggi, har spælararnir venja seg við europeiskan fótbólt, so størri feløg í Europa varnast teir.

Tann deildin, sum hevur hægsta støðið í samtakinum, er tann kypriotiska. Tí enda bestu spælararnir úr Riga ella Rodina í Pafos FC. Pafos hevur ráð til hægri lønir og dregur størri lyklaleikarar til sín. Málið við at senda spælarar til Pafos er at vinna meistaraheiti og spæla í bólkaspælinum í Champions League ella Europa League. Um ein spælari úr eitt nú Riga blómar, verður hann fluttur til Pafos fyri at økja um marknaðarvirðið, áðrenn hann møguliga verður seldur víðari til hægru deildirnar í Onglandi, Spania ella Týsklandi.

Samtakið skal víðkast

Ætlanin er at keypa onnur fótbóltsfeløg í Suðuramerika (serliga Brasil), Senegal og í Fjareystri. Við at savna hesi londini upp í samtakið, kann hann sleppa beinleiðis framat teimum bestu ungu, evnaríku leikarunum í heiminum, áðrenn onnur stórfeløg í Europa uppdaga teir.

Í kvøld skal KÍ sostatt dystast ímóti einum heimsumfatandi fótbóltssamtakið. Uppgávan er stór, men eisini spenanndi. Dysturin byrjar kl. 18.30 og verður spældur í Djúpumýru.

NS skattaveiða