SDstuðlar
Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Hava tit hug at skipa fyri einum tiltaki til Virkið Heyst?

Tíðindaskriv

Virkið Heyst verður 5.–9. oktobur, og í hesum sambandi leita vit eftir feløgum, fyritøkum og einstaklingum, sum hava hug at vera við í skránni.

Virkið Heyst er partur av ABC fyri sálarliga heilsu, sum snýr seg um at styrkja trivnað og tað, sum gevur lívinum meining, gleði og innihald. ABC byggir á tríggjar einfaldar boðskapir: ver virkin, ver saman og ver hugbundin.

Vit leita tí eftir fjølbroyttum hugskotum og tiltøkum, sum á ein ella annan hátt kunnu stuðla undir hesar tríggjar boðskapir. Tað kann vera ein gongutúrur, verkstova, ítróttarvirksemi, eitt sosialt ella kreativt tiltak – ella okkurt heilt annað. Tiltakið kann vera stórt ella lítið.

Tit kunnu bæði koma við einum nýggjum hugskoti ella boða frá einum tiltaki, sum tit longu hava á skrá. Á hendan hátt vilja vit skapa eina fjølbroytta skrá, har fólk fáa høvi at vera virkin, hitta onnur, læra okkurt nýtt og gera okkurt, sum gevur meining, gleði og trivnað.

Hava tit eitt hugskot, ella hava tit hug at vera við?
Setið tykkum í samband við okkum á info@visitnorth.fo ella tlf. 456939 í seinasta lagi 10. september, so vit fáa tiltakið við í skránna fyri Virkið Heyst.

SDstuðlar