Klaksvík
12°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Norð Festivalurin verður skotin í gongd tíðliga fríggjakvøldið

Hilda Sjúrðardóttir Kjølbro

Jógvan Heinesen, fyriskipari av Norð Festivalinum sigur, at festivalurin verður skotin í gongd tíðliga fríggjakvøldið. Byrjað verður við, at tað koma nakrir amerikanarabilar til Viðareiðis. Tað eru nógv sum halda, at hetta er áhugavert og stuttligt. Bilarnir parkera frammanfyri pallin, og verða vístir fram har. Grill team og pylsuvognurin hjá okkum lata eisini upp tá, so til ber hjá fólki at keypa sær ein bita, og ganga runt og práta og hugna sær.

Kl 20.00 byrjar syngið við tiltak inni á hotellinum. Hetta er eitt afturvendandi tiltak fríggjakvøldið á Norð Festivalinum, sum fólk hava tikið sera væl undir við. Eini umleið 200-300 fólk plaga at koma.

Vit hava trúfastar og dugnaligar tónleikarar sum spæla undir til felagssangin. Hesir spæla klaver, harmonikku og syngja fyri. Tá ið felagssangurin er liðugur kl 23.00, so er dansur á skránni til kl. 1.00

Meðan tiltakið er á hotellinum, er eisini høvi til at keypa sær okkurt gott at drekka, umframt, so ber til at keypa sær kebab ella ein búff, sigur Jógvan Heinesen, fyriskipari av Norð Festivalinum.

Grillvognurin letur upp kl. 18:00 fríggjakvøldið. Mynd: Hilda Sjúrðardóttir Kjølbro.

Tá ið eg spurdi fyriskiparin hvørji fólk vanliga koma til sangløtuna og dansin, segði hann, at tað oftast eru tey, sum búgva í húsvognum, viðingar – og annars festivalgestir, sum longu eru komin til bygdina. Syngið við tiltakið er fyri festivalgestir, leggur hann afturat. 

Høvi er at fáa sær armband upp á  fríggakvøldið inni á hotellinum, bygdafólkið hevur møguleika at fá sær armband longu hóskvøldið.

Av tí at vit hava fleiri pláss til húsvognar í ár, so vænti eg, at eini 400 fólk fara at koma.

Eg vóni, at øll sleppa inn á hotellið, sigur Jógvan Heinesen við einum smíli at enda.