Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Okkum tørvar eina 0-hugsjón tá ið tað kemur til kynslig brotsverk!

Sirið Stenberg

Harðskapur hevur mong andlit. Eitt tað andstyggiligasta andlitið er kynsligur harðskapur, ella kynslig brotsverk, sum vit eiga at kalla tað. Oftast tosa vit um hetta slagið av harðskapi móti børnum, men tað kann eisini vera móti vaksnum. Allastaðni, har ein valdsójavni er, kann kynsligur ágangur fara fram.

Ættarlið eftir ættarlið hava livað við lemjandi avleiðingunum av kynsligu brotsverkunum, og tað hevur verið bæði tabu´iserað og stigmatiserandi, so fá hava sett orð á tað. Tað hevur verið partur av lívs- og líðingarsøgu hjá so mongum ættarliðum, at vit kunnu tosa um ein lagnufelagsskap.

Vit síggja í hagtølum hjá Barnaverndarstovuni, at umleið 30 mál eru árliga, sum beinleiðis eru knýtt at kynsligum ágangi móti børnum. Vit síggja eisini, at talið av meldaðum neyðtøkum veksur. Talið á kvinnum, sum venda sær til Kvinnuhúsið, veksur. Fráboðanir til KRIS vaksa. Løgreglan fær alsamt fleiri mál um barnapornografiskt tilfar. Og soleiðis peika øll barometur móti, at vit veruliga hava við eina samfelagsavbjóðing at gera. Hinvegin er tað trupult at meta um, hvørt talið reelt veksur ella um tað heldur er úttrykk fyri, at fólk siga frá. Tey seta orð á, søkja sær hjálp, melda o.s.fr.

Vit eiga at stremba eftir at hava eina 0-hugsjón á økinum. Tað er eitt høgt mál at seta sær, men eitt neyðugt mál. Avleiðingarnar av kynsligum brotsverkum eru so mikið álvarsamar og verða bornar tvørtur um ættarlið. Tað darvar ikki bara tann einstaka, men alla familjuna og heil ættarlið. Ringar upplivingar í barnaárunum kunnu vara í generatiónir.

Orð skapa eisini ein veruleika. Sjálv fýlist eg á orðingarnar, sum verða nýttar, tá ið vit umrøða kynsligan ágang. Eg minnist frá tá ið eg byrjaði at skriva um hetta fyri nógvum árum síðani, at eg brúkti orðingina siðamisbrot. Tað er alt ov veikt, segði onkur við meg, og tað er púra rætt. Kynsligur ágangur er nokk eisini ov veikt. Kynsligur harðskapur er rættari og rættast er at siga kynslig brotsverk – tí brotsverk er tað. Ólógligt og eitt brotsverk.

Eg ilskist eisini inn á orðingar í miðlunum sum, at “pápi dømdur fyri samlegu við dóttrina”. Ein pápi kann ikki hava samlegu við dóttrina. Tað er neyðtøka og eitt kynsligt brotsverk.

Orðið barnaporno verður eisini javnan brúkt. Barnaporno? Hesi bæði orðini hóska als ikki saman. Tosa vit ikki um talgild kynslig brotsverk móti børnum? Kynslig misnýtsla? Nei, tað eitur kynslig brotsverk!

Kynslig brotsverk kunnu henda allastaðni. Og tey henda allastaðni. Eisini har børn, og vaksin, eiga at kenna seg tryggast. Heima, hjá næstringum, vinum, í grannaløgum, samkomum, felagsskapum, arbeiðsplássum og so framvegis. Tí má upplýsing og fyribyrging fara fram á øllum mótum. Og tað sum eisini er óhugnaligt er, at tað mangan eru fólk, sum vit aldrin kundu ímyndað okkum, sum fremja brotsverkini.

Vit hava tørv á eini dagførdari ætlan fyri, hvussu vit náa eini 0- hugsjón. Tí leggur andstøðan nú í felag uppskot fram um hetta.

Viðgerðin verður í morgin.

Okkara vón er, at løgtingið stendur saman um hetta týdningarmikla mál.

https://www.logting.fo/mal/mal/?id=11567