Í kvøld verður seinni røkkstøkkdysturin í Conference League.
KÍ vitjar Riga FC í Riga. Fyrri dysturin í Føroyum endaði 0-0, har bæði liðini vóru nær sigrinum. Hesaferð er KÍ á útivølli og vanliga merkir tað ein torførari dystur enn á heimavølli. Hjá KÍ er Jákup Biskopstø skaddur, men hinvegin er Odmar Færø møguliga tøkur aftur. Hinir væntast tøkir, men fleiri eru helst ikki klárir til 90 minuttir.
Dysturin í Riga byrjar kl. 18.00. Dómari verður Allard Lindhout úr Hollandi, meðan Jeroen Manschot úr Hollandi verður VAR-dómari.
