Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Riga – ein býur við søgu, stríði og fótbólti

Jóhann Lützen

KÍ fer hósdagin á eina ferð, sum er nógv meira enn ein fótbóltsdystur. Í Riga bíðar ein av teimum søguligu býunum við Eystrasaltið – og á Skonto Stadium verður ein nýggj síða skrivað í evropeisku søguni hjá KÍ.

Fyrri dysturin millum KÍ og Riga FC í Klaksvík endaði 0-0. Tí verður alt avgjørt í Lettlandi hósdagin, tá liðini hittast í seinna dystinum í Conference League-playoff. Vinnarin fer víðari í ligaspælið, meðan taparin er liðugur í evropeisku kappingini. UEFA staðfestir, at vinnarin av hvørjum playoff-dysti vinnur sær pláss í ligaspælinum.

Og tað er ikki bara æran, sum stendur upp á spæl. Atgongd til ligaspælið í Conference League hevur stóran fíggjarligan týdning og kann fyri eitt føroyskt felag flyta nógv.

Býurin við Daugava ánna

Riga er høvuðsstaður Lettlands og størsti býur í Baltikum við meira enn 600.000 íbúgvum. Býurin liggur við Daugava-ánna, sum rennur út í Eystrasaltið, og søgan er tætt knýtt at handli, sigling og mentanarligum sambondum millum eystur og vestur í Evropa.

Riga varð grundlagdur í 1201 og gjørdist longu í miðøldini ein týdningarmikil handilsbýur. Í 1282 gjørdist býurin limur hjá Hansakeypmonnunum, og gjøgnum øldirnar hevur Riga verið undir ymiskum valdum – millum annað Svøríki, Póllandi og Russlandi.

Hetta sæst enn í býnum í dag. Í gamla býnum eru smalar, steinlagdar gøtur, kirkjur og bygningar frá fleiri øldum. Søguligi miðbýurin er á UNESCO-heimsarvslistanum, og Riga er serliga kendur fyri sínar jugend-bygningar. UNESCO metir enntá, at býurin hevur heimsins fremstu savning av jugend-arkitekturi.

Ein gongutúrur eftir Alberta er eitt gott dømi. Har standa bygningar við skulpturum, ornamentum, svallum og stórslignum fasadum frá byrjanini av 20. øld. Riga varð tá ein býur í stórari búskaparligari og mentanarligari menning.

Tað er eisini ein býur við sterkum mentanarlívi. Opera, ballett, søvn, tónleikur og sjónleikur hava ein stóran leiklut, og við Daugava kanst tú uppliva eina meira gerandisliga síðu av Riga – við matvørum, fiski, grønmeti og øðrum vørum úr øllum Lettlandi.

Skonto – eitt navn við søgu

Men fyri klaksvíkingar er eitt navn í Riga serliga áhugavert: Skonto.

KÍ og Skonto Riga hittust nevniliga í 1992. Tað var fyrsta ferðin nakrantíð, at KÍ spældi í evropeiskari kapping, eftir at felagið hevði vunnið føroyameistaraheitið í 1991. Fyrri dysturin varð spældur á Svangaskarði 19. august 1992 og endaði 3-1 til Skonto. Í seinna dystinum í Riga vann Skonto 3-0, og samanlagt vann lettiska liðið 6-1.

Tað var ein heilt onnur tíð. Umleið túsund fólk fóru við Smyrli úr Klaksvík til Toftir til tann fyrsta dystin í evropeiskari kapping hjá føroyskum meistarum.

Nú, 34 ár seinni, er KÍ aftur í Riga.

Munurin er, at Skonto Riga ikki longur er til. Felagið, sum einaferð var stórveldið í lettiskum fótbólti, fór av knóranum í 2016 eftir fíggjarligar trupulleikar. Skonto Riga vann 14 lettisk meistaraheiti á rað – eitt evropeiskt met, sum seinni eisini fekk føroyskan dám, tá KÍ tók sama metið í kvinnufótbólti.

Frá Skonto til Skonto

Tað serliga er, at KÍ nú skal spæla á Skonto Stadion sum varð bygt í 2000 – átta ár eftir tann søguliga dystin í 1992. Stadion’ið liggur mitt í Riga og er heimavøllur hjá Riga FC og lettiska landsliðnum. Tað tekur umleið 7.300 áskoðarar.

Í 1992 spældi KÍ í Riga á gamla Daugava Stadium. Nú verður dysturin spældur á Skonto – á einum stadioni, sum ber navnið frá felagnum, ið var fyrsta evropeiska mótstøðan hjá KÍ.

Soleiðis knýtast tvær ymiskir tíðir saman.

Tá fóru ungir klaksvíkingar avstað til Riga við einum dreymi, sum enn var nýggjur í føroyskum fótbólti. Í 2026 fer KÍ sama veg við einum heilt øðrum sjálvsáliti og við royndum frá stórum evropeiskum dystum.

Býurin við Daugava hevur í øldir verið ein samkomustaður millum mentanir, fólk og søgur. Og hósdagin verður enn ein lítil søga skrivað í hesum gamla baltiska býi.

Munurin er bara, at hesa ferð eru tað klaksvíkingar, sum koma til Riga við einum máli: at fara víðari.