Klaksvík
13°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Neptun trimmar til svimjiárið 2026/27

Jóhann Lützen

Svimjifelagið Neptun í Runavíkar kommunu hevur lagt til brots við venjingum í nýggju svimjihøllini í Bylgjuni. 

Tað hevur eydnast felagnum at fáa ein sera virknan hóp av hjálparfólkum og eina virkna nevd, og hava hesi havt eitt greitt felags mál.
Til at fáa íblástur uttanífrá, og fyri at lyfta felagið, hevur svimjinevdin saman við formanninum í vikuni gjørt avtalu við
Sanne Skov um at verða partur av menningini hjá svimjifelagnum Neptun.

Sanne er útbúgvin faklærari í ítrótti, og hevur verið meginvenjari og mennari í svimjiskúla í fleiri enn 30 ár.
Í dag er hon høvuðsvenjari í svimjifelagnum í Gladsaxe. Sanne Skov hevur eisini verið svimjilærari hjá 
Danska Svimjisambandinum í nærum eina fjórðingsøld. Neptun og Sanne hava funnið ein leist sum samstarvast skal eftir.

Nevndin í Neptun er av góðum grundum sera fegin um, at samstarvið við Sanne er komið í lag. Av heilum huga síggja vit fram til, at verulig gongd kemur á svimjingina – sum svimjing og sum kapping – har borgarar okkara trívast og mennast í einum góðum felagsskapi.

Hurðarnar hjá Neptun eru opnar fyri øllum, og meiri verður at frætta um onnur átøk sum frálíður.

Vegna nevndina

Jákup Øssursson Mohr,
Jens Mortan Rasmussen,
Martin Venned,
Eyðun Jensen,
Dánjal Vestergaard,
Jonnhild Reynholdsdóttir og
Rodmundur Nielsen.

Ítrottur

Neptun trimmar til svimjiárið 2026/27

Svimjifelagið Neptun í Runavíkar kommunu hevur lagt til brots við venjingum í nýggju svimjihøllini í Bylgjuni.  Tað hevur eydnast felagnum at fáa ein sera virknan hóp av hjálparfólkum og eina virkna nevd, og hava hesi havt eitt greitt felags mál.Til at fáa íblástur uttanífrá, og fyri at lyfta felagið, hevur svimjinevdin saman við formanninum í vikuni gjørt avtalu viðSanne Skov um at verða partur av menningini hjá svimjifelagnum Neptun. Sanne er útbúgvin faklærari í ítrótti, og hevur verið meginvenjari og mennari í svimjiskúla í fleiri enn 30 ár.Í dag er hon høvuðsvenjari í svimjifelagnum í Gladsaxe. Sanne Skov hevur eisini verið svimjilærari hjá Danska Svimjisambandinum í nærum eina fjórðingsøld. Neptun og Sanne hava funnið ein leist sum samstarvast…

PolitikkurTíðindaskriv

Erasmus+ kann blíva eitt munagott amboð fyri føroyskan úrvalsítrótt 

Føroyskur úrvalsítróttur avrikar óvanliga væl í mun til okkara fólkatal. Tað staðfestir nýggja frágreiðingin Elite Sport in the Faroe Islands, sum Idrættens Analyseinstitut hevur gjørt fyri Ítróttasamband…

PolitikkurTíðindaskriv

Okkum tørvar eina 0-hugsjón tá ið tað kemur til kynslig brotsverk!

Harðskapur hevur mong andlit. Eitt tað andstyggiligasta andlitið er kynsligur harðskapur, ella kynslig brotsverk, sum vit eiga at kalla tað….

Tíðindaskriv

Álop á verkfalsrættin er álop á fólkaræðið

Boð eru komin úr Fíggjarmálaráðnum, at tey eru farin at gera eina yvirskipaða orðing um neyðtilbúgving í sambandi við møguligan…