Maria Olsen er forkvinna í pensjónistafelagnum Hugna í Klaksvík
Umframt at Maria Olsen er næstforkvinna í Landsfelag Pensjónista, so er hon eisini forkvinna í pensjónistafelagnum Hugna í Klaksvík, hetta hevur hon verið í nøkur ár.
-Aftan á at felagið hevur ligið stilt í nøkur ár, varð semja gjørd um, at pensjónistafelagið skuldi halda fram, og hetta vildi eg fegin hjálpa til við, sigur Maria Olsen
-Skjótt, so varð ein nevnd skipað, og í dag er pensjonistafelagið Hugni eitt vælvirkandi felag við umleið 190 limum.
Í nevndini eru umframt Mariu Olsen eisini Sjúrður Kjølbro, næstformaður, Kristina Lützen, skrivari, Jóan Karl Høgnessen, peningarøkil, Jetta Ellingsgaard, nevndarlimur, Sigga Arge, eykalimur og Jóna Skorheim, grannskoðari.
Leygardagin 5. septembur verður eldradagur í Varpinum
Leygardagin tann 5. septembur skipar pensjónistafelagið Hugni fyri einum eldradegi í Varpinum. Tað eru umleið 325 fólk úr øllum Føroyum, ið hava meldað seg til tiltakið.
Øll, sum eru 60+, kunnu tekna seg til eldradagin, tað er ikki neyðugt at vera limur.
Eldradagurin byrjar kl 12:00 um dagin og endar kl 20:00. Nógv ymiskt verður á skránni, eitt nú borðhald, fyrilestrar, granskingarætlan um diabetes, skemt, føroyskur dansur, hugni og prát.
– Tað eru 15 ár síðan, at eldradagur varð hildin í Klaksvík, so henda dagin gleði eg meg nógv til, sigur Maria Olsen, forkvinna í pensjónistafelagnum Hugna.
