Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Takið í nýtslu vælferðartøkni!

Fróði Magnussen

Viðmerking til Breddan í KVF 28. august 2026

Í Breddanum 28. august varð álvarsama støðan á eldraøkinum umrødd. Vit fáa fleiri eldri, og tí veksur tørvurin á starvsfólkum og búplássum. Útreiðslurnar hækka, meðan inntøkurnar hjá kommununum ikki fylgja við. Víst varð á, at inntøkuvøksturin, sum hevur verið síðan eldraøkið varð lagt til kommunurnar í 2015, væntandi steðgar í 2027. Vandin er tí, at summar kommunur ikki megna vaksandi byrðuna, og at hetta fer at raka tænastuna.

Í sendingini varð kjakast um fígging, ábyrgdarbýtið millum land og kommunur og møguleikan fyri útjavning, so borgarar kunnu fáa eina nøktandi tænastu uttan mun til, hvar í landinum teir búgva.

Hetta eru týdningarmiklir spurningar. Men eg saknaði, at tøkniligu møguleikarnir eisini vórðu lýstir. Kjakast varð í stóran mun um, hvussu vit kunnu fíggja og manna eldraøkið eftir verandi leisti. Vit eiga samstundis at spyrja, um vit kunnu skipa tænastuna øðrvísi og betri.

Tøkni skal frígera tíð til umsorgan

Undir valstýrinum vísi eg á tørvin á at taka í nýtslu vælferðartøkni. Vælferðartøkni skal ikki koma í staðin fyri menniskjaliga umsorgan. Tvørturímóti skal tøknin taka sær av eftirliti og afturvendandi uppgávum, tá tað er ráðiligt. Starvsfólkini fáa tá meira tíð til røktina og til ta menniskjaligu samveruna, sum eingin tøkni kann veita.

Vit kunna millum annað hyggja at ítøkiligum royndum úr Aalborg Kommunu. Síðan mai 2025 hevur kommunan roynt føroysku Nemlia-loysnina á røktarheimunum Fjordparken og Storvorde.

Eftirmetingin vísir, at starvsfólkini uppliva:

  • meira ró og færri óneyðug avbrot;
  • færri óneyðugar alarmar;
  • størri arbeiðsgleði og arbeiðstryggleika;
  • minni sálarligt arbeiðstrýst;
  • betri yvirlit og meira miðvísa raðfesting;
  • at appin og alarmarnir eru løtt at brúka.

Búfólkini verða eisini minni órógvað. Í staðin fyri at starvsfólk fara inn á kamarið á føstum klokkusløgum, verður eftirlitið gjørt, tá ein veruligur tørvur er. Tað gevur búfólkunum betri svøvn, meira ró og eina umsorgan, sum í størri mun fylgir teirra egnu samdøgursrútmu.

Tøknin ger tað eisini møguligt at varnast broytingar fyrr. Starvsfólk kunnu síggja broytt svøvnmynstur, óvanliga rørslu ella náttargongd. Slíkar broytingar kunnu vera tekin um pínu, sjúku ella vantrivnað og geva starvsfólkunum møguleika at seta inn, áðrenn støðan versnar.

Royndir í Aalborg kommunu, fyrimunir at heinta

Á Fjordparken í Aalborg vórðu vitjanirnar hjá summum búfólkum minkaðar niður í helvt. Á Storvorde gjørdu sensorarnir tað møguligt hjá búfólkum at fara á vesið og aftur í song uttan óneyðugt eftirlit frá starvsfólki.

Aalborg Kommuna væntar eisini búskaparligar fyrimunir.

Eftirmetingin hevur ikki eina endaliga útrokning av sparingini í krónum. Men hon vísir greitt, at minni tíð fer til óneyðug eftirlit. Hetta gevur møguleika at veita meira røkt við somu starvsfólkaorku og kann við tíðini lækka eindarkostnaðin.

Kommunan metir at vælferðartøknin er búgvin til útbreiðslu á kommunalu røktarheimunum. Hettar  við avmarkaðum tørvi á tøkniligum stuðli til starvsfólk eftir upplæringina. Tað lækkar um kostnaðin at taka tøknina í nýtslu og merkir at nyttan av loysnini verður størri.

Ein føroysk loysn við altjóða royndum

Nemlia er ein føroysk fyritøka, sum arbeiðir við vælferðartøkni í Danmark og Týsklandi. Sambært fyritøkuni sjálvari hava meira enn 5.000 fólk dagliga gagn av loysnini. Loyvi mær at viðmerkja at henda fyritøka einki hevur við Formula at gera og eg ikki havi persónlig áhuga mál í fyritøkuni.

Nemlia vísir millum annað á:

  • upp í 85 prosent færri óneyðug eftirlit;
  • umleið ein tími verður spardur á hvørjari náttarvakt fyri hvørji tíggju búfólk;
  • upp í 40 prosent meira tíð til persónliga umsorgan;
  • munandi færri fall á fleiri røktarheimum;
  • betri møguleikar at laga røktina til einstaka búfólkið;
  • skjótari hjálp, tá ein vandastøða ella broyting tekur seg upp.

Í einum týskum dømi vórðu 74 prosent færri fall skrásett hjá teimum búfólkum, sum høvdu Nemlia í kamarinum, samanborið við búfólk uttan skipanina. Nemlia vísir eisini á dømi um munandi færri álvarsamar støður við falli.

Tølini eru frá Nemlia. Men bæði eftirmetingin hjá Aalborg Kommunu og royndirnar úr øðrum londum vísa, at her er ein møguleiki, sum vit ikki eiga at lata fara aftur við borðinum.

Beinið burtur lógarforðingarnar

Føroyska lóggávan loyvir longu ávísum ávaringarskipanum, fallalarmum og GPS-peiling. Trupulleikin er, at tøknin vanliga verður viðgjørd sum eitt inntriv í sjálvsavgerðarrættin, tá persónurin ikki er førur fyri at geva samtykki.

Sambært § 8 í tvingsilslógini skal hvørt einstakt mál leggjast fyri Føroya Kærustovn. Myndugleikin skal vísa á ein ítøkiligan vanda og prógva, at tøknin er neyðug fyri at verja persónin ella onnur. Ein  “møguligur” vandi er ikki nóg mikið.

Úrslitið er ein tung málsviðgerð, har tøknin verður mett sum eitt inntriv heldur enn eitt umsorganaramboð. Hetta kann forða fyri skilagóðari nýtslu, eisini tá avvarðandi taka undir við henni, og tøknin gevur búfólkinum størri tryggleika og frælsi.

Danmark hevur valt ein lagaligari leist fyri fólk við demensi og aðrari framhaldandi mentalari viknan. Har kann góðkend trygdarskapandi vælferðartøkni brúkast sum partur av umsorganini, tá persónurin ella heimilað umboð er kunnað og ikki mótmælir. Tá verður nýtslan ikki roknað sum tvingsil. Verður mótmælt, krevst ein formlig avgerð eftir strangari treytum.

Føroyar eiga at gera nakað tað sama. Vit eiga at:

  • seta eina serliga áseting um trygdarskapandi vælferðartøkni í tvingsilslógina;
  • skilja ímillum nýtslu, sum persónurin ella umboðið ikki mótmælir, og nýtslu ímóti viljanum;
  • loyva ávísari tøkni sum parti av umsorganini, tá hon er neyðug fyri tryggleika, virðileika og røkt;
  • varðveita kravið um formliga góðkenning, tá persónurin mótmælir, ella tøknin er serliga inntrívandi;
  • áseta greiðar reglur um kunning, dátuvernd, eftirlit og regluliga endurmeting.

Ein broyting í kunngerðini er neyvan nóg mikið. Kravið um ítøkiligan vanda stendur í sjálvari tvingsilslógini. Tí er neyðugt at broyta høvuðslógina og síðani áseta nærri reglur um, hvør tøkni kann brúkast og undir hvørjum treytum.

Fía Selma Nielsen, løgtingskvinna, hevur nú sett Margit Stórá, landsstýriskvinnu í almanna- og bústaðarmálum, ein skrivligan § 52 a-fyrispurning um trygdarskapandi vælferðartøkni. Hon spyr millum annað, um landsstýrið ætlar at økja nýtsluna, og hvørja ávirkan tað hevði havt á búfólk, avvarðandi, starvsfólkatrivnað og eindarkostnaðin á eldraøkinum.

Fyrispurningurin skal svarast í næstum. Tað gevur landsstýrinum eitt gott høvi til at vísa, um politiskur vilji er til at beina burtur forðingarnar.

Vit mugu hugsa av nýggjum

Vit loysa ikki framtíðar avbjóðingar á eldraøkinum bara við at halda fram sum higartil. Fleiri eldri og størri starvsfólkatrot merkja, at meira peningur einsamallur ikki verður nóg mikið.

Vit mugu hugsa av nýggjum, hvussu røktin verður skipað. Vælferðartøkni kann geva búfólkunum meira tryggleika, betri svøvn og størri virðileika. Hon kann geva starvsfólkunum meira arbeiðsró og harvið betri sálarligt arbeiðsumhvørvi, hartil meira tíð til veruliga umsorgan. Samstundis kann hon hjálpa kommununum at brúka avmarkaðu starvsfólkaorkuna betur, harumframt fáa peningin at røkka longur.

Tøknin er tøk. Royndirnar eru jaligar. Nú mugu vit fáa lóggávuna og politisku skipanina við.

Takið vælferðartøknina í nýtslu sum ein part av loysnini.

Fróði Magnussen umboð fyri Fólkaflokkin á Tingi