Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Landsstýrismaðurin aftur á slóðina

Tíðindaskriv

Mikumorgunin 9. september fekk Miðnám á Kambsdali forkunnuga vitjan, tá landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, kom á almenna vitjan.

Nú eru knappliga fýra mánaðir, síðani nýggja landstýrið tók við, og fyri skúlan er tað sera gott at fáa høvi at kunna um verandi virksemi, um avbjóðingar, ætlanir o.a. Men ikki minst at vísa avvarðandi landsstýrismanni ein part av virkseminum, so hann kann hitta næmingar, sum ganga á ymsum útbúgvinum, breytum og holdum.

Júst soleiðis var skráin løgd hendan dagin, tí allarfyrst spældu 3. árs næmingarnir, sum hava tónleik á A-stigi, lagið hjá Stanley Samuelsen, Sama stað, úti í durinum, beint, sum hann trein inn um skúlans gátt. Hetta kendist sum er serliga góð byrjan upp á dagin hjá øllum, sum upplivdu løtuna. Bárður kendist við fleiri av hesum tónleikanæmingum, serliga ígjøgnum sín leiklut sum lærari á sangleikabreyt í skúlasamstarvinum eNámi.

Komin inn í nýggju Miðhøllina heilsaði hann upp á formannin í Lærararáðnum eins og Næmingaráðið, áðrenn leiðin gekk upp á ovaru hæddina at síggja nýggju náttúruvísindadeildina, sum Miðnám á Kambsdali fekk við útbyggingini. Her heilsaði hann upp á og samskifti við næmingar og lærarar og sá góðu umstøðurnar.

Hiðani gekk leiðin niðurundir, har fyrst var farið inn til nýggja flokkin í føroyskum sum annaðmál, tað sokallaða FSA-ung. Júst tá høvdu tey støddfrøði, men so varð steðgað á, so næmingar og gestir kundu samskifta um ymiskt viðvíkjandi lestri, mentan o.a. Gestirnir stukku inn á gólvið hjá Serbreytini, sum júst tá viðgjørdi viðkomandi evnið Samborgaraskapur, har eisini politikkur er partur av undirvísingini, so tað var forkunnugt, at ein landsstýrismaður knappliga kom inn um dyrnar.

Síðani gekk leiðin inn til nýggja valholdið í týskum, har serliga næmingar, sum í ár hava valt at søkja inn á hugbreyt, sótu til undirvísing. Tó vóru nakrir næmingar frá øðrum breytum, ið sjálvandi kunnu velja eina mállærugrein sum kravt val á breytini ella sum vallærugrein. Næmingar, lærari og landsstýrimaðurin samskiftu eitt sindur um týdningin, sum hugbreytin og hugvísindaligu lærugreinirnar hava. Og sjálvandi var upptøkukravið týskt eisini umrøtt. Harumframt var ein AFS’ari úr Kili, sum skal ganga á Miðnámi á Kambsdali hetta skúlaárið, í týsktholdinum, sum landsstýrismaðurin so eisini fekk heilsað upp á og ynskt vælkomnum til Føroya og blíðan byr. Áhugavert var at hoyra Bárð nevna ymiskar støður frá tíðini, hann sjálvur gekk á studentaskúlanum á Kambsdali í árunum 1995-98 á málsligu deild.

Seinasti parturin av rundvísingini var at fara inn á gomlu náttúruvísindagongdina at síggja, hvussu tey hølini nú verða gagnnýtt til nýggjan og broyttan tørv í skúlaarbeiðinum. Hesar stovur og goymslur eru partur gamla studentaskúlabygninginum, sum stóð liðugur í 1993. Tørvur á umvæling innan og uttan varð umrøddur.

Síðani varð farið í fundarhølið, har rektarin hevði eina framløgu um skúlans virksemi, um ætlanir og avbjóðingar, og har útbúgvingarleiðarar, fíggjarleiðari og leiðarin fyri vegleiðingareindina eisini kundu kunna og svara ymsum spurningum frá gestunum. Køkurin borðreiddi við einum góðum bita afturvið kaffi og te.

Samanumtikið ein sera hugalig vitjan at fáa. Vit gleða okkum til framhaldandi samstarv og takka fyri høvið og ynskja eisini landsstýrismanninum og hansara embætisverki góðan arbeiðshug og blíðan byr.