Jysk Akademisk Kor er úr Aarhus og hevur nógvar royndir. Tey fara at framføra verk hjá fleiri ymiskum, millum annað eisini føroyskum, komponistum. Eisini skal kórið syngja okkurt stykki saman við kórinum í Fríðrikskirkjuni, leygarkvøldið.
Tann fyrsta verður í Viðareiðis kirkju í kvøld, fríggjakvøldið kl. 19.30. Síðani leygarkvøldið í Fríðrikskirkjuni á Toftum, og at enda verður sungið í Hoyvíkar kirkju sunnukvøldið.
Allar konsertirnar byrja klokkan 19.30.
Á skránni eru ymiskir komponistar, her ímillum Carl
Nielsen, Vagn Holmboe, Hans J. Højgaard, Jógvan Waagstein, Kári Bæk og Sunleif
Rasmussen.
Um Jysk Akademisk Kor verður skrivað soleiðis:
Hetta er eitt gamalt kór úr Aarhus við ríkum traditiónum, sum syngur á høgum støði og støðugt mennir seg tónleikaliga. Við eru 35 royndir sangarar, og mong hava verið við í kórinum rúma tíð og kenna hvønn annan rættiliga væl.
ONkur teirra hevur verið í Førouum fyrr í øðrum kórsamanhangi og onkur føroyingur hevur eisini sungið saman vit teimum eisini.
Seinastu tíðina hevur kórið ment seg saman við kórleiðaranum Nils Benedikt Meier, sum kom úr Leipzig til Aarhus at taka eina Master-útbúgving í kórleiðslu í 2025.
Teimum dáma eisini væl at syngja saman við øðrum kórum. Tey hava millum annað framført vinakonsertir saman við Konzertchor Leipzig bæði í Leipzig og Aarhus.
Nú gleða tey seg til konsertina á Viðareiði í kvøld, og at møta Kirkjukórinum í Fríðrikskirkjuni á Toftum, sum tey fara at syngja okkurt stykki saman við.