Tónleikur, framsýningar, hugni, ítróttur og nógv annað er á skránni, nú Mentanardagarnir í Sunda kommunu eru byrjaðir
Skráin er rúgvusmikil og fevnir um tiltøk í fleiri av bygdunum í kommununi. Á skránni eru millum annað tónleikur, framsýningar, verkstøð, fyrilestrar, barnatiltøk, ítróttur og ymiskar útferðir.
Dagarnir byrjaðu fríggjadagin við almennari setan á Oyrarbakka, har Eyðstein Zachariasen, borgarstjóri, setti Mentanardagarnar. Høgni Mohr hugleiddi, og Eivør Dam, Hallgerð Mote og Magni Christiansen stóðu fyri tónleikinum. Eisini varð Ársins herðaklapp 2026 handað til Eirikur Samuelsen.
Millum onnur tiltøk á skránni eru pubquiz, Kria-verkstøð á Oyri, skótahugni, dart, bókasavnstiltøk og rithøvundavitjan.
Skráin heldur fram í tíggju dagar og fevnir um bæði børn, ung og vaksin.
Sunda kommuna hevur lagt dent á, at Mentanardagarnir skulu vera eitt høvi at koma saman, vitja bygdirnar og uppliva tað, sum fyriferst lokalt.
Mentanardagarnir eru frá 11. til 20. september.
