Umleypandi veður í vikuni, sum stendur fyri framman. Lágtrýstini ganga beint á okkum fyri tíðina – tey hava eitt fitt lot og regn við sær – so leggur ein hátrýstryggur seg yvir okkum og er ein góður glotti, til tað næstan lágtrýstið er á okkum. Soleiðis hevur verið í 1-2 vikur.
Veðrið hetta og fram til næsta vikuskifti:
Mánadagin:
Lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Um kvøldið lítið lot av útsynningi, minni enn 5 m/s, sum um náttina gongur upp í vestan, samdrigið og ælaveður. Hitin 9 til 14 stig.
Týsdagin:
Veksandi vindur av útnyrðingi upp í frískan vind ella strúk, 8 til 13 m/s. Um náttina minkar hann vindin niður í lot til frískt lot, 3 til 8 m/s. Allan dagin samdrigið og okkurt ælið. Hitin 8 til 12 stig, um náttina niður í 6 stig.
Mikudagin:
Fyrrapartin lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, skýggjað og yvirhøvur turt. Seinnapartin veksur vindurin av suðuri upp í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, enn skýggjað og yvirhøvur turt. Um kvøldið frískur vindur upp í hvassan vind av landsynningi, 10 til 15 m/s, samdrigið og samregn. Um náttina støkkur hann vesturum og minkar vindin niður í lot til frískt lot av útsynningi, 3 til 8 m/s, og sum frá líður slítur í, tó okkurt ælið í støðum. Hitin 8 til 12 stig.
Hósdagin:
Lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skýggjað og okkurt ælið. Sum dagurin gongur gongur hann upp í landnyrðing. Hitin 8 til 12 stig.
Fríggjadagin:
Lot til frískt lot av landnyrðingi, 3 til 8 m/s, sum út á dagin minkar niður í lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s. Allan dagin skýggjað ella hálvskýggjað og kanska okkurt ælið. Hitin 7 til 11 stig.
