Tá ið høgravongurin veksur, verður orðingin „høgraekstremur“ skjótt tikin fram. Men er tað veruliga ein nøktandi lýsing av AfD?
AfD er vorðin ein av stóru politisku kreftunum í Týsklandi. Flokkurin vil hava strangari innflytingarpolitikk, sterkari landamørk, minni ES-vald og ein annan orkupolitikk. Tað eru sjónarmið, sum fyri fáum árum síðani høvdu verið roknað sum vanlig borgarlig politikkur.
Í einari nýggjari grein í danska miðlinum Kontrast verður víst á júst hetta. Asger Aamund heldur, at AfD í ov stóran mun verður lýst sum nazistisk og høgraekstremt, hóast nógv av politisku stevnuskránni er at finna aðrastaðni í evropeiskum borgarligum politikki.
Men tað er heldur ikki so einfalt. AfD hevur fólk og bólkar, sum hava sagt og gjørt seg inn á mørk, sum nógv halda vera óforsvarlig. Tí er tað ov lætt at avskriva allan kritikk av flokkinum sum politiska propaganda.
Men kanska er tann veruliga spurningurin ein annar: Er tað AfD, sum er vorðið ov langt úti – ella er tað politiska miðjan, sum er flutt so langt til vinstru, at vanlig høgrasjónarmið nú verða kallað høgraekstrem?
Tað er eitt kjak, sum eisini er vert at taka í Føroyum. Ikki minst tí, at tað er lættari at seta ein politiskan flokk í bás enn at svara teimum spurningum, sum gera, at veljararnir velja hann.
