Klaksvík
10°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Hæddarpunkt frá 80-ára haldinum fyri fólkaatkvøðuna

Jóhann Lützen

Mánakvøldið 14. september skipaði Norðoya Tjóðveldisfelag fyri 80-ára haldi til áminnis um fólkaatkvøðuna í 1946. Tveir serfrøðingar, annar søgufrøðingur og hin búskaparfrøðingur, áttu fyrsta tíman, og eftir tað fingu forfólkini í teimum politisku flokkunum (Framsókn undantikin), ið taka undir við tjóðarsemjuni, orðið.

80-ára-haldið fyri fólkaatkvøðuna byrjaði við, at serfrøðingarnir Hans Andrias Sølvará og Magni Laksáfoss løgdu fram um, hvussu langt (ella stutt) Føroyar eru komnar á sjálvbjargniskós. Hans Andrias Sølvará byrjaði við at tosa um fólkaatkvøðuna sjálva og at sambandsfólk høvdu lumpað loysingarfólk í 1946. Hann kritiseraði fyrstu stýrisskipanarlógina, sum kom í gildi saman við Heimastýrislógini í 1948. Hann konkluderaði, at hann ikki væntar, at Føroyar kunnu loysa, so leingi støðan er so spent í Norðuratlantshavi.

Magni Laksáfoss, Ph.D. og fyrrverandi landsstýrismaður og løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin, greiddi frá um búskaparligu, søguligu gongdina í Føroyum. Komið varð inn á gongdina frá landbúnaðarsamfelagi til ídnaðarsamfelag og síðani leiddi Magni Laksáfoss framløguna fram til stóru kreppuna, sum fylgdi aftaná búskaparbløðruna í 1980’unum og setti tað í samband við fólkatalið. Hansara niðurstøða var, at búskapur og fólkatal fylgjast óloysiliga, í øllum førum í Føroyum.

Eftir hetta var pallborð, har eitt panel av floksfólkum í politiskum flokkum viðgjørdu spurningin um fólkaatkvøðuna og fullveldi. Bjarni Kárason Petersen umboðaði tó Framsókn heldur enn Ruth Vang. Sambandsflokkurin var ikki umboðaður í panelinum. Hetta var tí, at panelið varð samansett av floksforfólkunum í teimum flokkunum, sum taka undir við tjóðarsemjuni. Sjálvstýri var ikki umboðað á Løgtingi ella í Landsstýri, tá hon varð formulerað, men flokkurin hevur seinni boðað frá, at hann eisini tekur undir við tjóðarsemjuni.

Beinir Johannesen var fyrsti floksformaðurin at fáa orðið, og tað var eftir at orðstýrarin, Beinta Løwe, beinleiðis spurdi hann um status fyri tjóðarsemjuni. Orðstýrarin observeraði, at Beinir sá eitt sindur nervøsur út, og hann nevndi eisini tjóðarsemjuna fyri “sokallaðu tjóðarsemjuna”, tá hann varð konfronteraður við tí. Hann strekti seg til at siga, at politiska skipanin framvegis arbeiðir fyri at fáa Føroyum limaskap í altjóða felagsskapum.

Aksel V. Johannesen tóktist meira fyrireikaður uppá spurningin, og hann loftaði støðuni við at vísa til góðu úrslitini hjá føroysku ítróttarliðunum, men spældi eisini bóltin yvir aftur til løgmann vísandi til, at tað er løgmaður, sum eigur samráðingar- og samtalurættin mótvegis donsku stjórnini. Aksel V. Johannesen undirstrikaði, at ríkisfelagsskapurin var blivin ov trongur, og rundaði av við eini “hóttan” um, at um manslandsliðið kvalificeraði seg til OL, men ikki slapp at luttaka vegna ríkisrættarligu støðuna, so gerst Tjóðveldi nógv tann størsti flokkurin á næstkomandi vali.

Sirið Stenberg úr Tjóðveldi ávaraði um, at um Føroyar ikki gerast ein statur, so sleppa Føroyar ikki at sita til borðs, har avgerðirnar verða tiknar. Nú Sambandsflokkurin ikki var hjástaddur, stóð Fólkaflokkurin fyri skotum; Sirið Stenberg vísti á, at Tjóðveldi hevði peikað á Beinir Johannesen sum løgmann við millum øðrum tí fyri eyga at fáa tjóðarsemjuna framda. Hon skilti onki av, at búðamenninir báðir høvdu tikið Sambandsflokkin við í samgonguna í staðin fyri Tjóðveldi.

Sámal Petur í Grund, formaður í Sjálvstýri, stúrir fyri, at tjóðarsemjan er dottin niðurfyri. Hann heldur ikki, at hon er realistisk longur, og at øll í samgonguni eru farin yvir til at siga “uttanríkispolitiskar heimildir” í staðin fyri tjóðarsemju. Hann metti, at neyðugt er við eini sjálvstýrissamgongu ella fullveldissamgongu, skal tjóðarsemjan fáast í lag.

Bjarni Kárason Petersen úr Framsókn, sum luttók í staðin fyri Ruth Vang, kom við eini breiðsíðu til samgonguna og legði hana undir at hava latið Sambandsflokkin lagt Veto ímóti tjóðarsemjuni fyri í staðin at gera tað sama og sama umaftur og vænta eitt øðrvísi úrslit. Hann fýltist somuleiðis á, at tað ikki bar til at gera semjur tvørtur um samgongur.

Formaðurin í Miðflokkinum, Steffan Klein Poulsen, hevði loftað, at bæði orðstýrarin og løgmaður tosaðu um “sokallaðu tjóðarsemjuna”. Hann eftirlýsti at fáa at vita, hvør tann fyrsti var at siga tjóðarsemja, vísandi til, at semjan var ikki serliga væl definerað. Miðflokkurin vildi í samráðingar við danir, har Føroyar tingaðu seg í eina betri støðu. Tað undraði Steffan Klein Poulsen, at Tjóðveldi (les: Norðoya Tjóðveldisfelag) ikki hevði bjóðað Sambandsflokkinum við, tí hann hevði fegin vilja spurt formann Sambandsflokkin um eitthvørt.

Beinir Johannesen vísti á, at hann hevði júst verið á ríkisfundi, og segði, at hann hevði sent eitt signal til ríkisstjórnina um, at allir føroyskir flokkar vildu hava fleiri uttanríkispolitiskar heimildir. 80-ára haldið endaði við, at tjóðsangurin – í fullari longd – varð sungin.

Hoyr fundin niðanfyri í heilum líki.